Samstarv millum Føroya og ES

Í gjár var tíðindafundur úti í Tinganesi í sambandi við, at felagsnevndin ES-Føroyar hevði havt árliga fundin. Fundurin er tann 14. í røðini hjá felagsnevndini, sum umsitur handilssáttmálan millum Føroyar og ES. Ítøkiligu úrslitini, ið spurdust burturúr høvdu við tað fiskivinnuliga at gera

Eitt grundleggjandi evni, ið stóð síðst á fundarskránni, var ein betri og sterkari samstarvsleistur millum Føroyar og Evropa Samveldið. Tíðindafundurin varð seinkaður nakað nógv og var orsøkin helst tann drúgva viðgerðin, sum hetta síðsta málið hevur fingið.
- Hetta síðsta málið er fløkt og kravdi drúgva viðgerð, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Marknaðaratgongd Føroya til ES-marknaðin hevur uttan iva havt nógv at siga fyri føroyska partin.
Av ítøkiligum úrslitum úr fundunum kann nevnast, at kvotan fyri pilkaðar rækju hækkar við 3.000 tonsum, úr 3.000 upp í 6.000 tons. Hækkingin fer fram í stigum, soleiðis at 1. januar 2007 hækkar hon við 1000 tonsum og síðan 1000 tons um árið fram til 2009. Treytin er, at føroysk virki gagnnýta kvotuna.
Áður hevur fryst hýsa verið tollað við 7,5 %, tá ið hon er komin inn á ES-marknaðin, nú verður hesin útflutningurin púra fríður fyri toll og er sostatt komin á listan yvir fiskavørður, ið kunnu flytast inn tollfrítt á ES-marknaðin.
Fyri fiskafóður verður sama kvotan galdandi, hon er á einans 10.000 tons. Á fundinum var eingin semja funnin á hesum máli, føroyska ynskið var ein hækking uppá 50.000 tons. Men arbeiðast skal fram ímóti eini loysn. Næsti fundurin hjá felagsnevndini ES-Føroyar verður komandi ár.
- Nú er vilji vístur at taka hetta málið í álvara, so vónandi taka vit tað upp á komandi fundinum.
 
Víðkan av samstarvið millum Føroyar og ES
Kanska týdningarmesta evnið á fundinum var framtíðar samstarvið millum Føroyar og ES. Uttan iva hevur tað altstóran týdning at koma fram at ES-marknaðinum og teimum møguleikunum sum liggja í ES-kervinum. Løgmaður ásannaði, at støðan ikki er heilt nøktandi við tað, at vit ikki eru í EFTA og ei heldur í ES.  Vit eru stødd í einum ongamannalandi, sum ger tað trupult hjá ES at definera okkara støðu. Einastu samstarvshátturin við ES frammanundan er fiskivinnusamráðingar og so teir avmarkaðu handilssáttmálarnir.
 Jú, tað er trupult at standa uttanfyri. Men eg meti tað ikki hava stórvegis mun um ein er partur av ríkisrættarligu støðuni ella ikki, svaraði løgmaður tí eina spurninginum. Hann peikaði á, at nú er gongd komin á arbeiðið, á embætismannastigi, við at betra um viðurskiftini. Men støðan, har vit eru stødd í einum statsligum ongamannalandi, ger hetta trupult at samráðast við ES.  Teir vilja hava loysnir, sum teir kenna frammanundan, staðfesti løgmaður. Afturat einum tættari samstarvi við ES er talan eisini um útbúgvingar- og granskingarøki serliga viðkomandi. M.a. eru føroyskar granskingarætlanir bundnar at einum tættari samstarvi við ES-lond.
Matthew Balwin, samráðingarleiðari hjá ES-nevndini, var væl nøgdur við ein stak positivan fund, sum hann orðaði seg.  Vit skulu framyvir leita eftir teimum praktisku og ítøkiligu fyrimununum og ikki bara enda í tí teoretiska, fyri at náa fram til tað rætta modellið.
 
Eitt stig á leiðini
Samráðingarleiðari vegna føroyska partin og deildarstjóri á Uttanríkisdeildini, Herluf Sigvaldsson, metti hetta vera eitt stig á leiðini til eitt betri samstarv við ES.
Men fyri framman er eitt stórt arbeiði, ið skal gerast bæði á embætisligum og politiskum stigi.