Samrøður: Umboð fyri ÍF og Fleyr (Rás2)

(Rás2) Hoyr tað sum Tróndur Hansen ÍF og Suni Juul Pedersen (Fleyr) høvdu at siga aftaná dystin á Kambsdali

Fyrr í dag spældu mansliðini hjá ÍF og Fleyr dyst í meistaradeildini á Kambsdali.

 

 

Heimaliðið ÍF vann 3-0. Tvey tey fyrstu settini vann ÍF greitt 25-16 og 25-18. Størri spenningur var í triðja setti, sum ÍF vann 25-22.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Aftaná dystin gjørdi frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen eina samrøðu við Trónd Hansen hjá ÍF, og hann prátaði eisini við Suna Juul Pedersen hjá Fleyr.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tróndur Hansen staðfestir sera fegin, at tá tað ÍF fær sítt spæl at rigga, so koyrir tað bara hjá fuglfirðingum. Tað vóru løtur í dystinum har tað var neyðugt hjá ÍF at taka time out fyri at rætta uppá tingini, og tað eydnaðist eisini til fulnar hjá heimaliðnum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Suni Juul Pedersen vil ikki brúka tað sum umbering, at Fleyr vóru illað mannaðir í dag. Suni Juul Pedersen hevði vónað, ið hvussu er at fáa eitt stig við sær til Havnar, men tann ætlanin fór í vaskið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Trónd Hansen og Suna Juul Pedersen aftaná 3-0 sigurin hjá ÍF ímóti Fleyr. 

 

 

 

 

 

Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá avgerandi bóltunum í fyrsta og øðrum setti, og hoyr viðmerkjaran, Frank Poulsen taka samanum HER