Samráðast um Alonso

Rafael Benitez, venjari hjá Liverpool, hevur áður sagt, at hann ynskir at varðveita spanska miðvallaran Xabi Alonso í sínum hópi.

Hetta skriva vit eisini aðrastaðni á hesum síðum, men um middagsleitið í dag gjørdist greitt, at Rafael Benitez og umboð fyri Real Madrid hava tosað saman, soleiðis at ein endi fæst á málinum, sum søgur hava gingið um alla summarfrítíðina.