Samlaðu 52.000 krónur til nýtt dreingjaheim í Kenya

Farna leygardag skipaði NLAI - Føroyar fyri einum stuðulstiltakið fyri eitt dreingjaheim í Kenya. Síggj myndir.

Fyrireikararnir siga, at stuðulstiltakið í Deplinum í Skálavík eydnaðist avbera væl. Út við 160 fólk vóru tilstaðar, hóast tað vóru onnur tiltøk á oynni hetta vikuskifti.

 

Fólk hugnaðu sær óført, við góðum kaffimunni og køku. Tað var søla av ymiskum Kenyatingum og eisini var ein øðrvísi mótaframsýning var á skránni, av klæðum, sum genturnar á seymiskúlanum hjá NLAI í Kenya høvdu seymað. Harafturat var nógvur góður sangur og nógvir góðir vinningar.

 

Og ikki at gloyma Livar Nysted, sum hevði eina sera áhugaverda framløgu um havrógving, har hann eisini vísti myndir frá sínum ferðum. 

 

Høvuðsvinningurin, sum var ein veðrur, eplir og røtur, var vunnin av havnamanni, sum var gestur á Deplinum hetta sama vikuskifti.

 

Samanlagt komu inn uml 52000 kr, sum fara óskerdar til NLAI dreingjaheimið og fyrireikararnir takka hjartaliga fyri stuðulin. Meiri kann lesast um arbeiði her http://newlife-africa.org