Samkynd kenna seg ikki vælkomin í kirkju

Í Degi og viku í kvøld segði Jógvan Fríðrikson, bispur, at kirkjan vildi hava tey samkyndu á fremsta bonk í kirkjuni.

Tað var málið um sammøður og um rættin at geva børnum eftirnavn hjá sammóður, sum var til viðgerðar í Degi og Viku. Bispur hevur givið prestum boð um, at teir ikki kunnu geva børnum eftirnavnið hjá sammóðir. Tað hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Magnus Rasmussen, um umsitur navnalóggávuna, annars sagt.

 

Men kirkjan er undir Mentamálaráðnum og skal hava boð haðani. Og bispur er ikki samdur við tulkingini hjá landsstýrismanninum í vinnumálum.

 

Hann hevur í brævi til prestarnar skrivað, at teir sleppa ikki at broyta navnið hjá pápanum til sammóður ella samfaðir, tí tað er ikki heimild fyri tí, og at eingi boð eru komin um tað úr Mentamálaráðnum.

 

Tað er ósemja millum Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið um hesa tulking, men í Degi og viku í kvøld gav Kristina Samueslen, advokatur, Vinnumálaráðnum rætt – at prestar kunnu geva børnum rætt til navnið hjá sammóðir eins og hjá pápa.

 

Hendan støðan hjá bispi hevur fingið Sonju Jógvansdóttir, ið er samkynd, at tala at:

 

– Nei bispur, samkynd eru ikki vælkomin á fremsta bonk í kirkjuni, og tað hava vit ongantíð verið. Helt tú veruliga tað, vóru nógv viðurskifti øðrvísi í dag.

 

Soleiðis skrivar hon á Facebook í kvøld í sambandið við innslagið í Degi og Viku.

 

Hon sigur, at tað undrar hana, at bispur í seinastu viku var so albráður at nokta prestum at fylgja boðum um, at børn at samkyndum foreldrum kundu fáa eftirnavnið á sammóður.

 

– Longu annan dagin eftir, at landsstýrismaðurin segði, at sammóður var foreldur, og tí kundi barn fáa eftirnavn hjá henni, sendir bispur skriv til allar prestar har hann noktar prestum at fylgja hesum boðum. Bispur hevði møguleika at taka hesa avgerð, um navnið til eftirtektar, men valdi tvørturímóti at fara aktivt í málið og forða barninum at fáa eftirnavnið hjá sammóður, skrivar Sonja Jógvansdóttir.

 

– Hetta fær meg at halda, at stundin kanska er komin at taka almennu navnaumsitingina úr kirkjuni, og leggja tað til fólkayvirlitið, skrivar hon.