Tað eru tey, tí at tey ikki hava lurtað eftir boðum um at fara úr bygninginum.
Tað sigur átaksleiðarin Gjermund Stokkli frá løgregluni í Oslo við norsku tíðindastovuna NTB.
– Vit koyra tey á løgreglustøðina, har tey verða skrásett, sigur hann
Atgerðarfólkini høvdu fingið boð um at fara úr bygninginum fyri 02.25 at fara úr bygninginum. Um 03.00 tíðina vórðu tey koyrd av staðnum í løgreglubilum við bláum blunkum.
13 atgerðarfólk hava síðani hósdagin verið í móttøkuhølunum í Olju- og Orkumálaráðanum í miðbýnum í Oslo.
/ritzau/NTB