Italsku veljararnir hava aftur valt Silvio Berlusconi og hansara mið-høgrasamgongu at stjórna landinum. Samgongan vann í báðum tingdeildunum og kann tí stýra uttan at stúra fyri andstøðuni.
Hetta er triðju ferð, at italski forsætisráðharrin eitur Silvio Berlusconi. Fyrst var hann forsætisráðharri eitt skifti í 1994 og so aftur valskeiðið frá 2001 til 2006. Politiskir eygleiðarar siga, at tað var ein sera dyggur smeitur fyri Berlusconi, at hann tapti ímóti Romano Prodi í 2006. Men hann lovaði sínum veljarum at koma afturíaftur.
Eygleiðarar vænta, at Berlusconi fer at taka uppaftur táttin, sum hann var í ferð við, tá hann misti takið í 2006, og í hesum sambandi hevur tað avgerandi týdning, at hann hevur meiriluta í báðum tingdeildunum aftan fyri seg. Tað hevði Romano Prodi ikki, og Berlusconi hevur ikki dult, at tað frøddi seg, tá Prodi noyddist at leggja frá sær.
Undir valstríðnum hevur Berlusconi lovað veljarunum skattalætta og at skeraja tær almennu útreiðslurnar munandi, og eygleiðarar halda, at tað vóru hesi lyftini, sum tryggjaðu honum sigurin. Italski búskapurin er í kreppu, og nógvir italiumenn kenna seg hava trupulleikar í gerandisdegnum, skrivar NTB.