Amerikumenn elska okkum ikki meira. Og eg skilji teir væl. Vit eru ikki longur verdug at elska.
Vit eru farin at hátíðarhalda fjølbroytni og “alternativan heilivág” sjálvt um okkara miðallivialdur er tvífaldaður sum úrslit av, at vit í longri tíð hava vent nettupp tí yvirnatúrliga bakið. Vit klemma modernitet fyri síðani at fara á kompromis við fullkomiligt talu- og skrivifrælsi av ótta ella “virðing” fyri erkvisnum evropeiskum minnilutabólkum. Vit keypa ‘Fairtrade’-vørur og vistfrøðiligt samtíðis sum vit halda fast uppá, at vit eru góð við svangar afrikanarar.
Og so skipa tey mest sjálvshevjandi og nalvaskoðandi av okkum fyri tiltøkum sosum Peace One Day, tá ið realistarnir væl vita, at fremsta motivið hjá hesum tiltakskæru einstaklingum, eins og altíð, er eginterapeutisk sjálvprofilering.
Onkur heldur kanska, at nú eri eg heldur órímiligur! Men heldur tú veruliga, tú veitst, “innast inni”, at hesir herðataskuberandi sosialdemokratar leggja nakað í mannaættina? Ikki tí, sjálvt um eg fór skeivur, tá hevði eitt sovorðið ‘feel-good’-tiltak kortini verið apsalutt úrslitaleyst, ikki einans av tí at hetta bert útsetur pínuna ella deyðan, men, og týdningarmeiri, av tí at nøkur kríggj eru neyðug at føra. Um nakað, tá hava vit tørv á fleiri hermonnum, og minni av hippi-tvassandi passifistum.
Og so er tað eisini tað, at vit ikki halda orð—evropearir eru ikki longur til at líta á! Alt hetta hevur nú við sær, at Amerika hevur bestan hug til at droppa okkum sum vinir.
Hetta er ikki gott, men um ikki annað er nakað av speisemi í ólukkuligu gongdini. Vit hildu í álvara, at vit nú fóru at vitna eitt satt ástarævintýr.
Obama var okkara sálarvinur. Hann fór at kalla aftur allar hasar óndsinnaðu ræðugerðirnar hjá George Bush: taka herdeildirnar aftur úr Afghanistan og Irak, steingja Guantanamo Bay, geva Ísrael til Hamas, og saman, hond í hond, fóru vit at gera verðina til ein tryggari og grønari stað.
Seinast, tað kom vátt í reiðrið, var vegna leyslatingina av Abdelbaset Ali Mohamed al-Megrahi, Lockerbie-bumbarin at navni. “Av menniskjaligum ávum” syrgdi skotska stjórnin í august fyri at loyva krabbasjúka lúshundinum av einum yvirgangsmanni heim til Gaddafisa Libya, sjálvt um einki er til hindurs fyri, at hann endar sítt vesalalív í skotskum skansa við neyðugari læknahjálp.
At leyslata ein barbáriskan massamordara hevur fyri Amerika einki við samhuga, men alt við eitt áhaldandi ryggleyst eftirlæti mótvegis muslimum at gera, og hartil tekin um veikleika. Altso, enn eitt dømi um evropeiskan eftirlætispolitikk.
Noydd í ógvusliga verjustøðu av serliga amerikumonnum trilva vit eftir etiskum yvirlegni og taka í nýtslu okkara vanliga beistaliga tóna kjaftfullur við kristnari fariseismu. Og omaná kemur so hatta fyrigevandi svassið hjá træklemmandi hippiarum, har skálkarnir opinberiliga eru tey veruligu offrini.
“Men hví, hví hetta kensluloysi, hví so harðrent tos”, spyrja kristin sum hippiarir. Vit hava ikki gjørt annað enn íðkað hasa mest siviliseraðu dygdina av øllum—samhugi.
Men hasi, ið hava ábyrgdina av, at Megrahi sleppur heim at doyggja, og hasi, ið stuðla avgerðini, eiga at gera sær greitt, at har er blackmail í orðinum samhugi; tað ger eitt djór av einum og hvørjum, sum av eini ella aðrari orsøk velur at halda aftur, ikki brúka tað, ella geva tí annað navn.
Politiskt eru vit moralsk pinkubørn, og moralskt eru vit moralsk pinkubørn. Vit halda, at við at siga, at vit eru reiðilig og rættlátin, ger okkum reiðilig og rættlátin.
Hugskotið, at oljufyritøkur hava gjørt sær dælt av krókapolitikki til tess at fáa bretska løgmálaráðharran, Jack Straw, at leggja diplomatiskt trýst á skotar at leysgeva Megrahi, er ilt at meta um, men er nóg mikið til at fáa einglar at gráta.
Kortini, hetta er minni áhugavert, og so gloyma vit grammleikan. Tí, loyniligar avtalur ella ei, tann fúlasta síðan í hesi óttafullu hending hevur verið handa mestsum automatiska fatanin av, hvat er rætt. Eg kenni ikki orsøkina, skíti eisini á hana, men tað er tó forbiðið ovboðið at rópa út um allar geilar um hvussu gott tað er at vísa samhuga—sum um samhugi í sjálvum sær er nakað sjálvsagt, tað lættasta í heiminum.
Fari eg ikki heilt skeivur, so er tað ikki enn prógvað, at ein persónur, sum sýtir fyri at vísa “samhuga” til hasi, ið myrða við víðopnum eygum, ikki er líka etiskt mentaður sum hasin, ið brúkar hugtakið uttan mismun ella eini fatan av tess avleiðingum, og uttan umhugsni fyri samlaðu líðingini og tað óbøtandi álitisbrot, tað hevur við sær.
Millum teirra, ið hevda, at alt álit er brotið, standa familjurnar hjá offrunum og amerikumenn serliga væl—sum partur í málinum fingu teir at vita, at Megrahi fór at sita av lívlangu revsingina í Skotlandi. Spyr, hvat fyri samhuga, næstringarnir hava verið fyri; hvussu er tað, at tú vísir teimum samhuga við at vísa Megrahi samhuga? Fyrst aftaná slíkar spurningar kanst tú fara inn í ta fløkju, ið er at útinna náði, har blóð er runnið.
Men hvør hin einasti av okkum, hvaðani vit so enn koma frá, ella varða at einum offri ella ikki, hevur alla orsøk til at kenna seg so dyggiliga sviknan av eini banalari moralismu, ið lítilsvirðar offrini og hámetur gerningsmannin. Hetta er 68ara-sligt og skeivt.
Dómsvaldið virkar okkara vegna, og lat tað bara vísa á, at tað umboðar tann betra partin av okkum, at tess persónsloysi hevjar tað handan hasar sinnisrørslur, ið forða okkum at skynsemiliga geva einum skyldina og finna hóskandi revsing.
Men kortini er tað ein royndur lutur, at dómsvaldið, eins og vit, er undirgivið einum sáttmála, har vit avhenda okkara fría vilja treytað av at dómsvaldið fer at tosa rættvísiliga fyri okkara sorg og missi.
Tað eru mong, ið fagnaðu avgerðina at vísa Megrahi “samhuga”. Tey vístu á, ikki sørt sjálvhátíðarligt, at tey avvarðandi eru málinum heilt óviðkomandi.
Ein óundansleppandi ampi, sambært banalari rættarreglu. Ein støða, sum ikki annað enn offrar eitt slag av samhuga fyri eitt annað, og er tí bara tað perversari fyri at taka tann seka framum tann óseka.
Perverst er tað mest vinaliga orðið fyri slíkum rættvísi, har tað danska, ella norðurlendska, faktiskt trumfar bretska rættarvenju í perversiteti við sínari bleytu atgongu til revsing.
Heldur er tað sálarsjúka, vit fáast við her; ein leingjan eftir at trýsta sínar varrar ímóti syndini. Ein leingjan eftir at vísa øðrum, hvussu miskunnsamur tú ert, hvussu stórt eitt hjarta tú hevur við at leysgeva bartrogið. Og, sjálvandi, ikki at gloyma, bankaður sum barn av babba við øðrum undanførslum og tilhoyrandi kensluporno. Tví!
Men hóast vit skúgva sálarsjúku til viks, tá er tað rætt og slætt skeivt at halda uppá, at tað, at vísa samhuga, onkursvegna er dómsvaldsins framíhjárættindi, og at slíkt faktiskt ikki rakar onnur enn dømandi valdið. Í einum hugtakandi lesarabrævi í enskum álvarablaði vísti navnframi løgfrøðingurin í mannarættindum, Geoffrey Robertson, á, at vit longu vísa samhuga fyri teimum, ið sjálvi ikki hava víst nakran “við at geva upp píning og deyðarevsing”.
Hetta, haldi eg, er argumentið, ið slær øll onnur í gólvið. Samhugi sum hugtak er limað inn í okkara fólkaræðisligu rættarskipan. Hetta vístu vit longu, tá ið vit ikki gjørdu tað við Megrahi, sum so nógv onnur høvdu havt hug til, men sum nógv nú mugu ynskja, vit høvdu gjørt. Tí tá ið tað kemur til argument, restar tað um “natúrligt rættvísi” í; og hetta slag av rættvísi heitir á okkum, heilt skilliga, at gera tað við Megrahi, sum hann og aðrir yvirgangskroppar hava gjørt ímóti okkum.
Tað er við stórum menniskjaligum kostnaði, at vit siga frá okkum skrappa, men natúrliga kravið um hevnd; tað skemmar okkara fatan av endurreisn og afturløning at lata ein persón liva, sum av fyrisettum ráði slær onkran í hel, tíansheldur fleiri hundrað.
Eingin veit at siga, hvat seinni tíðir fara at halda um rættarliga blíðskapin, vit vísa ómentaðum fólki í hesum upplýstu tíðum; um eftirtíðin fer at døma eftir sosialum gagni, eftir siðalæru, ella eftir vælveru sálarinnar.
Tað hevði komið óvart á meg, um dómurin var linur. Stuðlar av leyslatingini greiða frá, at tað er ikki annað enn ‘fair’, at al-Megrahi sleppur heim at doyggja. Men, sum amerikumenn plaga at siga, “we don’t do fairness”!
Tað var eisini hesa linju, talskonan vegna tey avvarðandi í Amerika helt seg til. Hon kundi eins væl skoytt uppí, at samhugi einki hevur við rættvísi at gera. Tað er altso ikki so, at sigur tú rættvísi, sigur tú samhugi. Hetta riggar bert vegna fyribrigdi, ið faktiskt kunna leinkjast, sosum, sigur tú 80’ini, sigur tú hárlakk.
Hinvegin haldi eg tað vera sera sannlíkt, at eftirtíðin fer at síggja okkum sum dementir býttlingar, ið sýttu sær sjálvum tann fulnað, tí rættlætiskenslu, sum er ógjørlig at liva fyriuttan, tá ið avtornar. Um tú sum samfelag vilt sleppa undan sjálvtektarbólkum a la The Guardian Angels, ið floyta á landsins reglur av tí at dómsvaldið ikki gevur “nøktandi” revsing, má skipanin, sum eitt minsta krav, halda sín part av avtaluni.
Men um tú, eins og hard core-sosialistar, ið prísa tjóðríkið og landamørk, og soleiðis lata státin trumfa menniskjað, ikki verður uppskakaður av hópdrápi, so heldur tú ikki tín part.
Um tú, eins og hasi Peace One Day-fólkini, ið eru óhugnaliga meira trábitin av hvat hendir í Guantanamo Bay, og at onkur hissini amerikanskur hermaður einaferð og óheimilað hevur pínt ein iraka, enn nihilistiskum yvirgangi uttan nakað sum helst moralskt mál og mið, tá halda hesir tiltakskæru, sjálvklistrandi friðarkroppar heldur ikki sín part av avtaluni.
Tað stendur tær ikki frítt at fordøma hasi, hvørs uppskakan ikki kann leggja seg, eins væl og dómsvaldið má taka hædd fyri tí steyrrætta máttloysi, ið hevur sligið ring um tey avvarðandi. Hetta er alt ein partur av sáttmálanum, tann uppskakaði og dómsvaldið ætlandi kenna seg væl við, at tann síðstnevndi ikki blandar eina pínu við aðra.
Tá ið vit leggja vápnini við dyrnar, er tað ikki annað enn rímiligt at vænta eina hóskandi revsing afturfyri. Brotsmaðurin, sum vit velja ikki at heingja í eitt træ, má sita av lívlangu revsingina, ið er substitutturin fyri heinging.
Tað var ikki ein partur av avtaluni millum dómsvald og borgara at síggja ein yvirgangskropp sum Megrahi leyslatnan, bara tí at hann ikki hevur tað so gott. Tessvegna, og enn einaferð, er moralska lívið vorðið rænt av bandittum og “fyrigevandi” tápulingum. Avgerðin at vísa Abdelbaset Ali Mohamed al-Megrahi “samhuga”— nakað, hann jú longu hevði verið móttakari av—er ein spirituellur skammblettur á mannaættina.
Um vit ikki fáa hetta inn í knokkin, tá hava vit uppiborið at missa okkara vinir hinumegin Atlantshavið—sum samtíðis, um tú vilt tað ella ei, er okkara hollasta stuðul og verji fyri menning og veraldarvítt fólkaræði.