Fyri slakari viku síðani skrivaði danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, út nýval at vera 13. november. Hóast Fogh í smálutum hevði lagt valstríðið til rættis frammanundan, er tað ikki tann garvaði statsmaðurin, ið er komin best frá byrjan í valdystinum.
Sambært dagligu veljarakanningunum hjá DR og Politiken missir stjórnin hjá Vinstra og teimum Konservativu við Danska Fólkaflokkinum sum stuðulsflokki meirilutan í Fólkatinginum. Hinvegin er heldur eingin greiður meiriluti fyri eini sosialdemokratiskari stjórn. Í løtuni er tann politiski leikpallurin í Danmark rættiliga kaotiskur.
Fogh krevur svar
Ny Alliance við Khader á odda stendur í løtuni til at fáa fleiri enn tíggju tinglimir, og hetta hevur við sær, at Khader situr í eini lyklastøðu.
Khader boðaði beinanvegin frá, at tey fara at vísa á Fogh sum leiðara fyri tað fyrsta samráðingarumfarið eftir valið. Tað merkir, at Fogh fer at fáa fyrsta møguleikan at samráðast um nýtt samgongusamstarv. Men tað merkir ikki, at Ny Alliance treytaleyst fer at stuðla Fogh sum forsætisráðharra.
Hetta hevur tikið Fogh á bóli. Leygardagin kravdi hann greitt svar frá Khader, um hann er sinnaður at gerast partur av VKO-samstarvinum.
Khader svaraði aftur og vildi hava greitt svar frá Fogh, um hann heldur vildi samstarva við Dansk Folkeparti enn við Ny Alliance.
Leygarkvøldið boðaði so ein av stovnarunum av Ny Alliance, Anders Samuelsen, frá, at flokkurin tekur sum givið, at um verandi stjørn ikki megnar at fáa greiðan meiriluta á komandi vali, verður Fogh noyddur at fara frá sum forsætisráðharri. Samráðingar um nýggja stjórn skulu síðani byrja á nullpunktinum.
Naser Khader og hini í Ny Alliance sita als ikki væl um sátt við Dansk Folkeparti, og tí verður eitt samstarv millum hesar báðar flokkarnar sera torført hjá Fogh at umsita. Flokkarnir eru sera ósamdir um t.d. skatta- og útlendingapolitikk, og ein av ambitiónunum hjá Ny Alliance er nevniliga at seta Dansk Folkeparti uttan fyri ávirkan.
Eingin ivi er um, at topparnir í Vinstra als ikki eru álvuligir við støðuna. Fogh er tí farin at skjóta við skørpum og hevur heitt á allar borgarligar veljarar um at hyggja burtur frá Ny Alliance, ið hann skírir óálítandi. Spurningurin er, um hetta er tann rætti taktikkurin mótvegis einum flokki, ið kann gerast tungan á vágskálini tá samanum kemur.
Khader mitt í verðini
Hetta hevur hinvegin givið Helle Thorning-Schmidt ein gyltan møguleika at koyra grús í tað annars so væl smurda maskinaríið hjá Vinstra. Tann óroyndi sosialdemokratiski leiðarin hevur tí fríggjað óført til Naser Khader.
Floksformaðurin í Ny Alliance hevur tað sum blomman í egginum. Hann hevur enn ikki tikið støðu til, hvønn hann fer at stuðla sum forsætisráðharra eftir valið, og tað passar honum fínt í løtuni.
Ein av orsøkunum til at Khader fór úr Radikala Vinstra var, at flokkurin hevði bundið seg til eitt samstarv við Socialdemokratarnar uttan møguleika at skifta síðu. Styrkin hjá miðflokkum hevur altíð verið, at teir kunnu samstarva við báðar síður í tinginum, men hetta frælsið hevði Radikala Vinstra, sum traditionelt hevur verið tann klassiski miðflokkurin í donskum politikki, sagt frá sær.
Taktikkurin hjá Ny Alliance er tí at hava allar hurðar opnar so leingi sum gjørligt. Spurningurin er, hvar Khader fær mest burturúr – í eini borgarligari ella socialdemokratiskari stjórn. Jyllandsposturin slær tað stórt uppá forsíðuni, at Khader í veruleikanum kann fáa fleiri av sínum hjartamálum ígjøgnum saman við vinstravonginum og teimum Radikalu enn saman við teimum borgarligu.
Hóast Fogh ikki hevur verið sannførandi teir fyrstu dagarnar av valstríðnum kann Fogh ugga seg við eini feskari veljarakanning frá Rambøll stovninum, ið vísir, at ein stórur meiriluti helst vil hava Fogh sum forsætisráðharra, og at Fogh hevur betri leiðsluevnir enn Thorning-Schmidt. Ein lítil meirilutir metir harumframt, at Fogh betur megnar at tryggja vælferðina, og kanningin vísir, at stjórnin hevur breiða undirtøku í útlendingapolitikkinum.
Vinstrivongurin fylkist
Andstøðan hevur seinastu árini staðið rættiliga spjødd í fleiri avgerandi málum, og hendan veikleika hevur Fogh dugað at gjørt sær dælt av. Til dømis hava Socialdemokratarnir og Radikala Vinstra verið rættiliga ósamd um skattapolitikkin (serliga skattasteðgin) og útlendingapolitikkin (24-ára reglan og tilknýtiskravið), og tí hevur veljarin ikki sæð nakað samanhangandi alternativ til VKO-stjórnina.
Socialdemokratarnir hava boðað frá, at teir ikki fara at broyta politikkin hjá stjórnini á hesum økjum, meðan tey radikalu hava verið harðliga ímóti førda politikkinum seinastu seks árini.
Men nú eru glottar at hóma vinstrumegin miðjuna. Formaðurin í Radikala Vinstra, Margrete Vestager, boðaði frá, at tey bæði omanfyrinevndu málini ikki fara at forpurra eitt eventuelt samstarv við Socialdemokratarnar. Hetta merkir, at tey radikalu hálvavegna hava slept einum av sínum hjartamálum, sum er at broyta tann harða útlendingapolitikkin hjá stjórnini. Harumframt hevur Socialistiski Fólkaflokkurin boðað frá, at tey eru tilreiðar at samstarva um útlendingapolitikkin, og at tey ikki seta ultimativ krøv á hesum økinum.
Í veruleikanum eru hetta samgongusamráðingar millum vinstraflokkarnar, ið verða førdar fyri opnum skermi í fjølmiðlunum.
Hetta bendir eisini á, at vinstrivongurin er um at finna felags stev. Og tað er vandamikið hjá sitandi stjórn.
Samanumtikið eru Socialdemokratarnir komnir væl frá byrjan, meðan Fogh hevur verið heldur trilvandi.
Í løtuni snýr tað tó seg mest um Ny Alliance. Stjórnin finst at tí nýggja flokkinum fyri ikki at spæla við opnum kortum, meðan Helle Thorning-Schmidt ger alt fyri at tekkjast tí nýggja miðflokkinum í donskum politikki.