Verður ætlanin hjá nýggja landsstýrinum at skerja filmsgrunnin, veruleiki, er tað eitt álvsrsligt bakkast fyri føroysku filmsvinnuni.
Tað sigur stýrið fyri Filmshúsið í einum tíðindaskrivi í dag, nú samgongan ætlar at skerja filmsgrunnin 400.000 krónur næsta ár.
– Hetta er at seta fót fyri teirri menning, sum er í føroyskari filmsvinnu, heldur enn at stimbra vøksturin í vinnuni, sigur stýrið.
Tey vísa á, at ríkisfelagsskapurin hevur ta avleiðing, at tey ikki kunnu søkja um fígging og stuðul aðrastaðni til filmsvinnu í Føroyum – heldur ikki í Danmark.
– Tí eru vit í Føroyum serliga bundin at politiska viljanum til at tryggja vøkstur og menning og hesa ábyrgd mugu politikkararnir taka á seg, sigur stýrið fyri Filmshúsið.
Tey minn á, at tann greiða politiska ætlanin frá 2011 – tá ið Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eisini sótu í Landsstýri – var at økja játtanina til føroyska filmsframleiðslu 500.000 krónur um árið, til vit eru komin upp á støði sum grannalondini. Men tey siga, at enn er langt á, men fet fyri fet hava vit flutt okkum rætta vegin.
– Nú vil landsstýrið skerja játtanina til filmsgrunnin 400.000 krónur, heldur enn at økja hana 500.000.
Filmhusið arbeiðir miðvíst fyri at draga filmsframleiðlsur til Føroya. Bara her í heyst eru tríggjar milliónir krónur komnar í landskassan av einari stórari, altjóða filmsframleiðslu. Samstundis hevur hetta ment okkum sum filmsland og halda vit fram at førleikamenna okkum, so at vit verða enn dugnaligari, fer menningin eisini at halda fram.
Men tað hendir ikki, uttan at vit seta orku og pengar av til tað.
Stýrið fyri Filmshúsið sigur, at teir allarbíligastu filmarnir, sum verða gjørdir í Norðurlondum, kosta ikki undir 4,5 milliónir krónur.
Føroyski filmsgrunnurin hevur eina játtan á 2,8 milliónir og tað skal fíggja menningina av allari filmsvinnuni.
– Hesa játtanina er ætlanin nú at lækka niður í 2,4 milliónir og verður gjørt, sorlar samgongan fortreytirnar fyri at menna film sum vinnugrein í Føroyum, sigur stýrið.
Tey siga, at skaðin verur óbótallgur fyri føroyskan film, og føroysku filmsvinnu, og tí heita tey á samgonguna um at endurskoða ætlanina.