Samgongan skal viðgera skotlands-sigling hjá Smyrli

Johan Dahl, løgtingsmaður, vil hava samgonguna at viðgera eitt mál, sum hevur verið ógvuliga umstrítt í føroyskum politikki

Almenn skotlandssigling

Tað almenna eigur at fara undir aftur beinleiðis sigling ímillum Føroyar og Skotland.
Tað heldur Johan Dahl, løgtingsmaður í Suðuroy.
Sum løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, er Johan Dahl sostatt eisini í samgongu.
Og hann vil nú hava samgonguna at viðgera spurningin um at fara undir fasta rutusigling ímillum Føroyar og Skotland við Smyrli.
Johan Dahl vísur á, at fyrr var Suðuroyggin feskfiskaoyggj burturav, skilt á tann hátt, at fiskavirkini í oynni høvdu lagt seg eftir at skera útflyta fesk fløk.
Men hesi seinastu árini hevur hendan vinnan verið fyri heilt stórari afturgongd.
Fólk í fiskivinnuni siga, at orsøkin til afturgongdina var, at tað almenna gavst við siglingini ímillum Føroyar og Skotlands við Teistanum eftir stórum trýsti frá privatu flutningsfeløgunum.
Hinvegin siga tey eisini, at privatu flutningsfeløgini hava ikki megnað at lyft arvin eftir Teistan, tí tænasta, sum í hvussu so er virkini í Suðuroy hava fingið síðani, hevur ikki verið nóg góð.
Avleiðingin er, at flutningsmøguleikarnar hjá virkjunum í Suðuroy eru ikki nóg góðir til at tey kunnu gera seg galdandi á marknaðinum fyri fesk fløk.
Samstundis hevur vinnan meiri enn einaferð víst á, at skulu føroyingar gera seg galdandi á altjóða fiskamarknaðinum, mugu vit leggja okkum eftir at virka feskar fiskavørur. Jùst har eru vit serliga sterk, tí vit liggja mitt í fiskigrunnunum og bara nakrar fáa tímar siglingstíð frá marknaðinum.
Men til tað krevjast góðir flutningsmøguleikar og teir eru ikki til staðar í dag.
Men nú nýggjur Smyril kemur, hava summi vinnulívsfólk mælt til, at Smyril verður settur aftur í sigling ímillum Føroyar og Skotland, heldur enn at selja hann fyri einar 4-6 milliónir, sum landskassin hvørki doyr ella livir av.

Kann lata nógvar dyr upp
Nú hevur tankin um at tað almenna skal taka skotlandssiglingina uppaftur, eisini fingið afturljóð hjá politiska myndugleikanum.
Og samgongutingmaðurin, Johan Dahl, vil nú hava samgonguna at viðgera málið.
Sjálvur er hann heitur talsmaður fyri at landið tekur uttanlandssiglingina uppaftur.
? Skal Suðuroy verða lív lagað sum feskfiskaoyggj, er tað loysnin, sigur Johan Dahl.
Men hetta hevði eisini fingið týdning fyri alt landið, tí í vinnuni er semja um, at feskfiskaframleiðsla er vegurin fram hjá føroyskari fiskivinnu, men vit hava bara ikki flutningsmøguleikarnar til tað.
Sjálvur hevur hann ongan trupulleika av, at tað almenna stuðlar eini slíkari rutusigling, sum skapar nógv størri møguleikar hjá allari fiskivinnu í Føroyum.
Johan Dahl heldur enntá, at eisini nýggi Smyril eigur at verða tikin úr suðuroyarsigling eitt samdøgur um vikuna, har hann ístaðin siglur til Scrabster við fiski.
? Nýggi Smyril siglur so skjótt, at hann klárar ein slíkan túr upp á eitt samdøgu og so kann gamli Smyril sigla ímillum Suðuroynna og Havnina tað samdøgurið.
Aðrar dagar í vikuni kann so gamli Smyril sigla ímillum Føroyar og Skotland.
? Hetta kann lata heilt aðrar dyr upp fyri føroyskari fiskivinnu á feskfiskamarknaðininum í Evropa, eins og siglingin hjá Teistanum læt nógvar dyr upp, tað tíðina, hann sigldi.
? Men ikki minst kann hetta verða eitt týðandi menningartiltak fyri alla Suðuroynna, sum er í svárari kreppu, sigur Johan Dahl.
? Hartil er hetta eitt rættiliga bíligt tiltak, men tað kann fáa stóran týdning fyri Suðuroynna.
Hann heldur, at tekur tað almenna fasta rutusigling uppaftur til Skotlands, kann tað gera sítt til at byggja eina rutu upp, sum so kann mennast víðari, kanska við einum skjóttsiglandi skipi.
? Ein slik føst rutusigling hevði havt avgerandi týdning fyri framtíðina hjá Suðuroynni, sigur Johan Dahl.