Samgongan ásannar: Vandi fyri at vit missa tamarhaldið

Tað eru so nógv mál løgd fyri Løgtingið, at tað er ómøguligt at fremja tey, nú so stutt er eftir til val. Tí fer samgongan nú undir eitt heilt óvanligt stig

Seinastu tíðina hava atfinningarnar heglað niðuryvir samgonguna.

Sagt verður, at arbeiðið í Løgtinginum er merkt av ruðuleika, tí hóast tað eru minni enn tveir mánaðir eftir til val, hevur Løgtingið eina ørgrynnu av málum, sum ikki hevur avgreidd.

Val verður útskrivað í seinasta lagi á jólum og eftir tað, verður ikki tann stóra, politiska viðgerðin. Sostatt hevur Løgtingið í besta føri ein góðan mánað eftir at virka í.

Hinvegin hevur samgongan runt roknað eini 50 mál, sum hon hevur lagt fyri Løgtingið og sum ikki eru avgreidd enn. Harímillum eru stórmál sum fíggjarlógin og bústaðarpakkin.

Harafturat hevur andstøðan lagt eini 20 mál fyri Løgtingið, sum ikki eru avgreidd og oman á alt liggja einir 30 skrivligir fyrispurningar í Løgtinginum, sum heldur ikki eru avgreiddir.

Sostatt er greitt, at Løgtingið fær hendurnar fullar og meiri enn tað, hesa tíðina, sum er eftir av valskeiðnum.


Taka í egnan barm

Og nú tekur samgongan í egnan barm og viðurkennur, at hon er við at missa fótafestið.

Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin ásannaði floksformaðurin, Jørgen Niclasen, at tey hava ikki yvirlit yvir støðuna.

- Vit hava viðurkent, at hetta ber ikki til, segði Jørgen Niclasen.

Hann staðfestir, at Løgtingið hevur í besta føri nakrar fáar vikur eftir at arbeiða í.

- Samstundis liggja eini 100 mál og fyrispurningar í Løgtinginum, sum ikki eru avgreidd og tey flestu málini føra útreiðslur við sær fyri landskassan.

Tí hevur samgongan avtalað, at næstu dagarnir fer hon at seta seg saman at viðgera støðuna.

- Vit hava avtala at seta okkum niður at sortera øll tey mál, sum eru løgd fyri Løgtingið.

Sostatt hevur samgongan avtalað at fara undir tað heilt óvanliga stigið at sortera hvørji mál, sum hon sjálv hevur lagt fyri Løgtingið, skulu fremjast og, hvørji skulu í ruskspannuna.

- Vit hava avtalað at seta okkum niður í samgonguni at finna útav, hvat vit fáa framt av ætlaða politikkinum og, hvat vit ikki fáa gjøgnumført.

- Tað ber ikki til at sleppa øllum leyst, staðfesti Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at tað er umráðandi, at vit eisini vakna eftir valið og hava eitt virkisført løgting og ikki ein landskassa í skeljasori.

Hann ásannaði, at tað er neyðugt, at arbeiða politiskt, men tað er eisini neyðugt at ansa eftir útreiðslunum.



MYND AV FÒLKAFLOKKINUM

Fólkið á landsfundi í Fólkaflokkinum hoyrdi formannin ásannað, at samgongan er við at missa yvirlitið yvir politisku støðuna og tað tvingar samgonguna at taka heilt óvanligt stig