Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin rindar ein høgan prís fyri samstarvið við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum.
Eitt er, at tað kann slíta at sita við ábyrgd. Men støðan sambært veljarakanningini er munandi verri enn sum so.
Eitt er at Fólkaflokkurin gongur 2,4 prosentstig aftur. Tað er kanska til at liva við hjá flokkinum, sum hevði stóra framgongd á seinasta løgtingsvali. Men at løgmansflokkurin gongur 4,6 prosentstig aftur er ein katastrofa. Serliga tá flokkurin bara hevði eina lítla framgongd á seinasta vali – og ikki minst at flokkurin sum triðstørstur fekk løgmann. Tað hevur ikki gagnað flokkinum sambært veljarakanningunum.
Á teimum 36 løgtingsvalunum, sum Sambandsflokkurin hevur stillað upp til síðani 1906, hevur flokkurin ongantíð havt so ringa undirtøku, sum hann hevur nú sambært veljarakanningini hjá spyr.fo og portal.fo.
##med2##
Ringasta úrslitið nakrantíð hjá Sambandsflokkinum var í 1998, tá flokkurin hevði havt leiðsluna í landsstýrinum. Tá fekk flokkurin 18,1 prosent av atkvøðunum. Næstringasta úrslitið fekk flokkurin eftir valið í 2015, tá flokkurin eisini hevði havt løgmann og fekk 18,7 prosent av atkvøðunum.
Hevði val verið í dag, so fekk Sambandsflokkurin við Bárði Nielsen á odda floksins ringasta úrslit nakrantíð sambært kanningini, sum hevði verið munandi verri enn tað hjá Edmundi Joensen í 1998 og hjá Kaj Leo Holm Johannesen í 2015.
Tað verður ofta sagt, at tað slítur upp á samstarvsflokkarnar hjá Fólkaflokkinum at sita í samgongu við Fólkaflokkinum. Tað hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi áður sannað.
Vit kundu annars roknað við, at koronustøðan fór at gagna løgmanni og Sambandsflokkinum, tí serliga løgmaður, men eisini Kaj Leo Holm Johannesen hava verið nógv frammi í sambandi við koronutiltøkini. Men so hevur ikki verið.
Hinvegin sita Fólkaflokkurin og Miðflokkurin við stóru málsøkjunum. Fólkaflokkurin við bæði fíggjarmálum og fiskivinnumálum, og Miðflokkurin við uttanríkismálum og mentamálum.
Miðflokkurin hevur fingið óvanliga stórt vald við so lítlari umboðan á tingi, og tað hevur uttan iva kostað hjá Sambandsflokkinum – og gangað Miðflokkinum, ið sum hin einasti av samgonguflokkunum hevur framgongd.
Á summum økjum, eitt nú tá tað snýr seg um viðurskifti hjá samkyndum, tykist Sambandsflokkurin kappast við Fólkaflokkin og Miðflokkinum í at vera afturhaldandi. Tað kostar helst atkvøður. Kanska eisini tað, at Sambandsflokkurin upp á gjøt skipar sendistovur úti í heimi, sum tað passar veljarum hjá Miðflokkinum og als einki ger við ynskið hjá sínum egnu veljarum um at rudda upp í sendistovunum og leggja tær inn á donsku sendistovurnar. Og tað at Sambandsflokkurin rekur fiskivinnupolitikk sum tað passar veljarunum hjá Fólkaflokkinum kostar uttan iva eisini atkvøður. Flokkurin hevur løgmann, ja. Men tað hjálpir ikki upp á undirtøkuna, um tað eru hinir flokkarnir, sum forma, útleggja og fremja politikkin hjá samgonguni.
Í andstøðuni er tað so bara Javnaðarflokkurin, sum heystar fruktirnar av afturgongdini hjá samgonguni. Helst flyta atkvøður úr Sambandsflokkinum til Javnaðarflokkin. Tjóðveldi hevur ilt við at vinna seg uppaftur í støðuna frá fullveldistíðini, og tykist nú aftur at vera tann flokkurin, hann var í sjeyti- og áttatiárunum, tá lítil dentur varð lagdur á fullveldismál, sum bara var nakað, sum tosað varð um, men lítið og einki gjørt við. Spurningurin um loysing ella samband er ikki aktuellur, og verður tað valla í bræði. Heldur verða tað onnur viðurskifti á ríkisrættarliga økinum, sum fara at verða umrødd.
Sjálvstýrisflokkurin er nakað heilt fyri seg. Hann er yvirtikin av avhopparum ymsastaðni frá – og frá gomlum avhopparum í Sjálvstýrisflokkinum, sum eru komnir heimaftur, til dømis fyrrverandi floksformenninir og ting- og landsstýrismenninir Lasse Klein og Sámal Petur í Grund. Trumfurin, sum skuldi tryggja Jógvan Skorheim tingsessin, endaði við at taka ikki bara tingsessin, men allan flokkin frá Jógvan Skorheim, sum nú sjálvur gjørdist ein avhoppari úr gamla sjálvstýrinum.
Ein veljarakanning er ein veljarakanning. Og hon skal ikki takast fyri meira enn ein veljarakanning. Men tá tú kanst lesa eina gongd burtur úr eini 6-8 veljarakanningum, sum benda í sama borð – so hava vit ein greiðan tendens, sum í hesum føri sigur, at meiriluti er ikki í fólkinum fyri politikkinum hjá samgonguni.