Samferðsla um firðir og sund søga

10. desembur er søguligur fyrst av øllum Vágafólk fyri, men eisini fagnaðardagur fyri allar føroyingar. Hetta gjørdist dagurin, sum veruliga prógvaði, at oyggjaland okkara í flestu førum kann bindast saman í eina jarðfrøðilga eind, har flest allar farleiðir verða skipaðar í eitt felags samanbundið vegarkervi.

Eg segði í áðni "Fagnaðardagur". Tað er kortini við ymissum kenslum, tú fagnar hesum degi. Vit vita, at við tí stóra framburði og øllum fyrimununum hjá okkum, ið vilja ferðast úr og í Vágar, eru eisini mannalagnur, sum verða settar til viks. Fólk, ið missa arbeiði ella verða fyribils sett at røkja aðrar deyðadømdar rutur nær ella fjar frá tí arbeiðsplássi, tey so trúliga røktu fyri okkum ferðafólk.

Vit mugu ásanna, at fátækt er okkara fólk, tá framburðurin fyri okkum, so harðliga skal raka trúgvastu teknar okkara. Hesar, sum í ringum og góðum líkindum hjúklaðu um okkum umborð á strandfarskipum okkara um landið alt.

Eg fari við hesum at takka manningunum á Sam, Ternuni og á avloysaraskipum teirra fyri framúr góða tænastu. Tit hava uttan undantak víst, at tit vóru uppgávuna vaksin. Eg kendi meg altíð væl umborð hjá tykkum. Ja, kendi meg í mongum førum sum part av "familjuni". Serstakliga kendi eg hetta, tey bæði árini, eg dagliga sigldi um Sundið. Vit plagdu ofta at siga við "stamborðið" fyrsta túr á morgni á veg til Havnar, at tað fór at vera saknur ikki longur at møtast og á ein góðan og positivan kunna byrja dagin í salongini á Ternuni.

Tað kom meira enn so fyri onkuntíð, at einstakir av manningini ikki vóru so morgunfrískir, men kundi nakar krevja tað av teimum, sum lítla og onga náttarhvíld høvdu fingið, tí flúgvarar komu í úrtíð ella onkur vágamaður/kona júst skuldi á sjúkrahús á náttartíð?

Alt hetta er nú bara søga. Men eingin góð framtíð uttan eina góða søgu at minnast aftur á.

Við vón um, at Føroyar vísa tykkum ta virðing og ta tøkk, tit hava uppiborið eftir góða, trúgva og virðiliga tænastu, fari eg enn eina ferð at takka tykkum hjartaliga fyri alt gott. Men eg fari ikki minni hjartaliga at biðja eftir, at tit fáa eina góða og virðiliga viðferð hjá avvarandi myndugleikum, nú samferðslan um Vestmannasund gerst søga.

Vit eru fleiri, ja mong, sum av hjarta ynskja tykkum og familjum tykkara eina bjarta framtíð. Tit gjørdu lív okkara lættari. Takk fyri tað.