Høgni Mohr
Í Vestmanna var Hans Pauli Strøm á røðarapallinum flaggdagin. Í takksemi mintist hann Jens Oliver Lisberg, sum eigur størsta heiðurin av fyrsta føroyska merkinum, ið hongur í Fámjins Kirkju, í eikirammu við áskriftini, Hesir stavir randa fyrsta føroyska flaggið. Studenturin Jens Oliver Lisberg, lat tað á fyrsta sinni veittra her í bygdini á sumri 1919.
Elddópurin Merkisins
Hans Pauli fór í røðu síni hegnisliga um flaggsøguna. Hann nevndi, hvussu stóran týdning Annar Heimsbardagi hevði havt fyri hevd flagsins. ? Í tí óhugnaliga hildarleikinum, sum var um allan heimin tá - tann ræðuligasti enn til dags - fekk Merkið sín elddóp. Undir hesum flaggi løgdu sjómenn okkara út at vinna dagligt breyð til seg og síni, og fyri landið og tjóðina alla. Men dýrt gjørdist tað teimum, tí hesi fimm árini lótu 150 av sjómonnum okkara lív, segði Hans Pauli Strøm, og endurgav úr yrkingarhópi Hans Andrias Djurhuus:
Har fóru so mong, mangt eyga
varð sløkt,
meðan gotini dundu um økt -
tó hugdjarvir menn
bitu fast saman tenn,
og á stongini flaggið hekk høgt
Sameiningarmerkið
Røðarin í Vestmanna legði áhoyrarunum eina við, ikki at gloyma henda partin av flaggsøgu okkara. Úr søguni fór Hans Pauli at hugleiða um týdningin í flagginum. ? Tað sigst, at eitt lyndiseyðkenni okkara er sundurlyndi - tess dýrmætari er krossmerkið, sum tað einasta ið kann savna og sameina alt fólk okkara, segði hann, og legði seinni afturat, at Merkið undir ongum umstøðum eigur at gerast eyðkenni teirra frelstu, men at tað, hóast føroyingar ganga í óneyðuga nógvum bólkum, eigur at vera sameiningarmerkið alra føroyinga, í øllum politiskum litbrigdum.
Hans Pauli Strøm rósti Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna fyri teirra royndir at bróta uppúr nýggjum, og mælti okkum til at stinga somu kós, tí okkum sostatt ikki nýtist at gremjast um, at vit eru eitt so lítið og fjarskotið land. ? Tí gongdin er til okkara fyrimuns. Við teldutøknini eru vit á veg inn í alheimsliga bygdasamfelagið, staðfesti hann.
Moralska skyldu at hjálpa
Røðarin fegnaðist um, at føroyingar taka ábyrgd í alheimssamfelagnum, og nevndi í hesum sambandi vælvildina, ið kom til sjóndar í Kosovo-tiltakinum hjá Sjónvarpi Føroya. Hann heitti tó í sama andarhaldi inniliga á politisku skipanina í landinum, um at gera moralsku skyldu sína. ? Nú bíða vit eftir, at at tjóðin, ikki sum einstaklingar, men sum politisk skipan, eisini kennir sína ábyrgd, ikki bert við at senda pening og aðra neyðhjálp til Kosovo, og sostatt gjalda seg úr síni moralsku skyldu, men eisini við at hjálpa flóttafólki við beinleiðis at bjóða nøkrum higar til lands, segði Hans Pauli Strøm, og endurgav í hesum sambandi yrking hjá svianum Mikael Wiehe um flóttafólkið í dúgvulíki:
Den kom som en jagad om
natten,
en flyktning från fremmande
land,
som en som har reddat seg
undan
når alla dom andra forsvan?
At enda staðfesti Hans Pauli Strøm, at Merkið hevur vunnið rætt sín sum tjóðarmerki okkara, men at enn vóru tøk eftir at taka, skal tað veittra frítt millum onnur úti í heimi. ? Leiðirnar til sjálvbjargni og sjálvræði tykast so ymiskar, og vit vita ikki hvussu leikur fer. Kanska fara støðurnar millum fólk og flokkar at skerpast í komandi tíð, segði hann, men vónaði inniliga, at Merkið í hesum leiki fór at vera sameiningarmerkið fyri alla tjóðina?