Sambandsfundur eftir døgverða

Seinnapartin kl. 13 hevur Sambandsflokkurin fund um Johan Dahl-málið

Flokkurin fer at viðgera støðuna hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, nú eftir at landsstýrismálanevndin er komin við einum áliti og andstøðan samstundis hóttir við einum misálitisuppskoti.

 

Løgmaður segði í endanum av seinastu viku, at hann ikki hevði tikið endaliga støðu í málinum. Hann tosaði við landsstýrismanninum vikuskiftið og í dag verður so fundur við alla tingmanningina og landsstýrisfólkini.