Eftir hesum uppskoti, nýtist ongin føroyingur at óttast niðurskurð og hóttafall. Tvørturímóti vil uppskot okkara geva Føroyum pláss ímillum fremstu lond í heiminum. Somuleiðis vil tað gera møguleikar føroyinga innan mong økir, t.d. á útbúgvingarliga, heilsuliga og vinnuliga økinum, betri enn nú. Eisini fáa Føroyar møguleika at taka ímóti størri avbjóðingum, orsaka av eini alsamt øktari alheimsgerð.
Føroyar kunnu gerast alt meiri sjónligar á Heimskortinum. Við teimum møguleikum og avbjóðingum tað ber í sær.
Nýskipanaruppskot sambandsfloksins gevur møguleikar fyri, at fleiri føroyingar kunnu búgva, mennast og fjølgast í Føroyum.
Sambandsflokkurin - at líta á:
Sambandsflokkurin hevur verið við til at byggja Føroyar upp til tað vælferðarsamfelag vit hava í dag. Ikki við at loysa, kvetta og grenja um, at hinir hava skyldina tá ið okkurt miseydnaðist. Men við at arbeiða og taka ábyrgd av tí vit gera. Tað eru jú vit sjálvir, sum ráða í Føroyum.
Hóast baldrut, so er eisini seinasta skeiðið, ið Sambandsflokkurin stóð við ábyrgd og stýrdi, eitt gott dømi um, at væl gekst, hóast ongin, heldur ikki Sambandsflokkurin, kann siga, at allar avgerðir vóru rættar og at als onki mistak var gjørt. Sambandsflokkurin man hava sínar feilir. Men tað man helst vera galdandi aðrar eisini. Men samanumtikið var seinasta valskeið undir Sambandsfloksins leiðslu eitt gott skeið fyri Føroyar. Og manning Sambandsfloksins roynir í sátt og semju, at gera eitt gott arbeiði, saman við viðhaldsfólki kring landið. Tað er alneyðugt, tí í løtuni hóttir fullveldið føroysku tjóðina.
Nýskipanaruppskotið - gott - við nógvum møguleikum:
Tað gevur okkum møguleika fyri
?- at økja um fyrimunirnar í ríkisfelagsskapinum.
?- at minka um møguligar vansar í ríkisfelagsskapinum.
?- at gera ábøtur, so hvørt, um tað er neyðugt.
Eftir seinasta val munnu flest øll vera samd um, at heilt greiðar reglur, og aðrar enn tær núverandi, eiga at verða galdandi viðvíkjandi einari møguligari útmeldan úr Ríkisfelagsskapinum, soleiðis at rætt verður farið fram hesum viðvíkjandi. Vit eiga ongantíð aftur havna í tí óhepnu støðu, har vit nú síggja, at smábroytingar í ólavsøku skrúðgonguni krevja strangari mannagongdir smb stýrisskipanarlógini, enn at fara úr ríkisfelagsskapinum.
Breið semja neyðug:
Sambandsflokkurin vil broytingar sum nevnt í ediliga Nýskipanaruppskoti okkara. Hesar broytingar vilja fremja stóran framburð og ekspansión her á landi, í mun til fullveldisuppskotið.
Eftir øllum, sum higartil er komið fram í Hvítubók, Caragata eins og Íslendsku kanningini, vil fullveldisuppskotið geva føroysku tjóðini stórar avmarkingar á nærum øllum økjum.
Tí er neyðugt hjá samgonguni at gera eina breiða semju innan karmarnar av ríkisfelagsskapinum. Um Tjóðveldisflokkurin ikki vil ganga við til tað, so vilja bæði Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og helst eisini Miðflokkurin tað. Og ikki at gloyma: Stórir partar av veljarum Fólkafloksins og Sjálvstýrisfloksins. So tann her nevnda breiða semjan vil umboða eina sera stóra fjøld av veljarum, ið ynskja framburð, menning og vælferð her á landi- við øktum sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin.
Ríkisfelagsskapurin gevur frælsi:
Fyri mong er ríkisfelagsskapurin ein hornasteinur, í gevur stórar møguleikar í mun til fáar bindingar. Vit koma tí, á flest øllum økjum, at vera meira frí og fræls innan Ríkisfelagsskapin, enn uttanfyri hendan.
Sambandsmaður? Sjálvandi - eg vil búgva í Føroyum!
Marjus Dam, Løgtingsmaður