Sambandsflokkurin til reiðar at kjakast um ES

    

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
?????????????????
Í komandi viku skal løgmaður svara einum fyrispurningi á tingi frá Høgna Hoydal, um hvørjar avleiðingar tað fær fyri Føroyar, at ES er víðkað við 10 nýggjum limalondum.
Í viðmerkingunum til spurningin sigur spyrjarin millum annað, at í Føroyum hava vit verið alt ov lítið hugað fyri at viðgera hesa nýggju støðuna, og hann heldur tað vera í tøkum tíma, at Løgtingið fer undir orðaskifti um, hvørjar avbjóðingar vit skulu brynja okkum til.a
Sambandsflokkurin fegnast um, at aðrir flokkar nú eisini vilja taka ES-kjakið upp. Flokkurin hevur í nógv ár sóknast eftir hesum orðaskiftinum, og hevur gjørt sítt til at fáa málið lýst (m.a. við Bláa- og Reyða álitinum).
Tann 29. november 2002 legði undirritaði uppskot til samtyktar fyri tingið, har heitt varð á táverandi landsstýri um at koma við eini frágreiðing, ið lýsti fyrimunir og vansar við føroyskum ES-limaskapi, men uppskotið vann ikki frama, tí hildið varð í uttanlandsnevndini, at rættari var at halda eina ráðstevnu um ES.
Hetta tók Sambandsflokkurin til eftirtektar, og 4. mars 2003 legði flokkurin uppskot fyri tingið, har heitt varð á landsstýrið um at skipa fyri eini ráðstevnu um ES (júst so sum uttanlandsnevndin hevði mælt til), men heldur ikki tað uppskotið varð samtykt, tí táverandi samgonga vild fyri ein og hvønn prís ikki hava ES-málið lýst.
Tað er tí at fegnast um, at Tjóðveldisflokkurin eftir øllum at døma hevur broytt støðu og er farin at síggja álvaran í hesum máli. Vit kunnu ikki longur stinga høvdið í sandin, og látast sum um at ES, við 25 limalondum og 480 mió. innbúgvum, ikki er til.
Lat okkum fáa eitt kjak, har vit kunnu lurta eftir og grundgeva fyri, hví vit vilja vera antin innanfyri ella uttanfyri eitt felags Evropa.