Sambandsflokkurin vil ikki, at broytingarnar í vallógini koma í gildi fyrr enn aftan á valið Sambandsflokkurin tekur ikki undir við at geva Løgtinginum 14 dagar afturat at arbeiða í fyri valið.
Kaj Leo Johannesen, floksformaður, hevur í kvøld boðað Løgtinginum frá, at tær ætlaðu broytingarnar í vallógini skulu ikki fáa gildi fyrr enn eftir valið í januar.
Tískil er greitt, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður noyðist at halda seg til galdandi freist, og tað merkir, at løgtingsvalið verður útskrivað leygardagin.