Valskrá
Hjá Sambandsflokkinum er eingin ivi: Ríkisfelagsskapurin er at meta sum fortreytin fyri samfelagnum í Føroyum. Aðalmálið í grein eitt hjá Sambandsflokkinum er ríkisfelagsskapurin, og hetta verður eisini staðfest í valskránni hjá flokkinum, ið varð almannakunngjørd mikumorgunin á tíðindafundi.
Tað skortaði heldur ikki við fólki. Umframt teir fimm tingmenninar, ið stilla uppaftur til valið 30. apríl, so vóru eisini boð send eftir so nógvum valevnum sum gjørligt at møta upp. Tað var ein fullsett sambandshøll á Hafnia.
Ríkisfelagsskapurin fyrst
--?Hetta valið fer at snúgva seg um ríkisrættarliguviðurskiftini fyrst og fremst, tað mugu vit bert ásanna, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum.
Tað er eisini hesin sami ríkisfelagsskapurin, sum stendur ovast á plakatini á valskrá Sambandsfloksins.5
Valskráin er ásett við trimum høvuðspunktum: Ríkisfelagsskapin, Persónliga frælsið hjá tí einstaka og vælferðina.
Hetta er tað sama, ið Flokkurin nýtti til fólkatingsvalið. Lisbeth L. Petersen segði á fundinum, at flokkurin hevði ætlað hetta uppleggið til løgtingsvalið, men teir hildu tað hóskandi at nýta uppleggið eisini til fólkatingsvalið, og hetta gav eisini úrslit, helt Lisbeth fyri á fundinum.
Sambandsflokkurin sigur ríkisfelagsskapin vera avgerandi fyri, at føroyska fólkið kann varðveita vælferðina og persónliga frælsið.
Sambandsflokkurin sigur seg raðfesta heilsuøki ovarliga næstu fýra árini, men flokkurin vil ikki seta nøkur tøl á, tá lyftini ikki altíð eru líka løtt at halda. Tey forsømdu økini skulu fáast í rættlag, men eingi tøl verða sett á.
Nýskipan
Sambandsflokkurin hevur evnað til eitt Nýskipanaruppskot. Hetta er boðið hjá Sambandsflokkinum hjá sambandsflokkinum um, hvussu framtíðar ríkisfelagsskapurin skal virka.
Lisbeth L. Petersen segði á fundinum, at um vit fingu fullveldi, so vildu bert tey fáu og sterku yvirliga, og hetta ynskir Sambandsflokkurin ikki sum ein vælferðarflokkur.
Kjarnin í nýskipanaruppskotinum er at varðveita Føroyar sum part í ríkinum, og vit skulu varðveita grundlóg, kongshús og rættartrygd, og Føroyar skal vera sjálvstýrandi tjóð í ríkinum.