Sambandsflokkurin lagt fram valskrá í dag

Sambandsflokkurin við lækka skattaprosenti við 0.5-1%

Valfelag Sambandsfloksins í Suðurstremoy, Føroa Væl, legði valskránna til býráðsvalið fram í dag.

 

Einasti sitandi býráðslimur floksins seinastu tvey valskeiðini, Annfinn Brekkstein, legði fram.

 

Annfin Brekkstein segði vegna flokkin, at tey vildu fokusera uppá trý høvuðøkir:
- Vælferð og trivnaður
- Sterkan kommunubúskap
- Høvuðsstaðarmening

 

Framløgan snúði seg í stóran mun um hvussu íløgur skulu raðfestast øðrvísi enn tær verða nú. Annfinn Brekkstein segði, at tað var nógv trýst á íløgum í kommununi í løtuni tí ov nógv hendi í senn. Tí mátti ein umraðfesting gerast.

 

Spurdur ítøkiliga um hvussu flokkurin ætlaði at umraðfesta íløgur segði Annfinn Brekkstein, at tríggjar tær størstu íløgurnar, sum kommunan skal undir í næstum, Skúlin á Fløtum, langhylurin og musikkskúlin, skuldu raðfestast eftir týdningi. Skúlin skuldi hava hægstu raðfesting, síðan musikkskúlin og langhylurin seinast.

 

Annfinn Brekkstein legði dent á, at tað var umráðandi at halda seg til verandi ætlan, sum kommunan hevur samtykt á skúlaøkinum. Skúlin á Fløtum er ein stórur partur av tí ætlanini. Tað inniber m.a., at eingin framhaldsdeild skal verða í Skt. Frans skúla.

 

Sambandsflokkurin í Tórshavn vil eisini lækka skattaprosentið í kommununi. Talan er um 0.5-1%. Ført var fram, at kommunan hevur eitt yvirforbrúk, ið skal tálmast við m.a. at lækka inntøkuna av skatti. Tey siga ikki, at tað kemur at ávirka íløgurnar, tí kommunan er væl fyri fíggjarliga og við eini øðrvísi raðfesting av íløgum kann tað passast í ein íløgukarm við einum lægri skattaprosenti.

 

Kaj Leo H. Johannesen, fyrrverandi løgmaður, er valevni hjá Sambandsflokkinum. Hann segði, at sum ein liður í skattalækkingini skuldu bygningar hjá kommununi seljast og harvið skaffa fígging til ein skattalættar. Hann nevndi bert Sjóvinnuhúsið sum eitt dømi, men tann peningurin fer til Tórshavnar Havn, ið er ein seperatur kassi. Kaj Leo H. Johannesen vildi verða við, at í veruleikanum var tað bert tann eini kassin, ið tók pening inn frá borgarunum og tí kundi húsasøla hjá bæði Tórshavnar Havn og hjá kommununi brúkast til skattalækking.

 

Tórshavnar Havn var komin í eina trygga legu og tað fegnaðist flokkurin um. Tey vórðu nøgd við, at upprunaliga ætlanin var broytt til núverandi. Tó væntaði Kaj Leo H. Johannesen, at tá tunnilin undir Tangafjørð var komin ígjøgnum, at Tórshavnar kommuna og kommunurnar í Eysturoynni fóru at samstarva meir á vinnuøkinum og serliga við atlitið til hvat kom um havnirnar.

 

Av øðrum átøkum, ið Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri er parkeringhús í Tórshavn, uppraðfesting av heimatænastuni hjá eldri borgarum og eina skipan við heilsugóðum mati í skúlar.