Sambandsflokkurin hevur framgongd

- men samgongan varðveitir meirilutan

Ein nýgg veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri portal.fo, vísir, at einasti flokkur, sum hevði vunnið ein tingmann afturat, um løgtingsval var í dag, er Sambandsflokkurin. Sambandsflokkurin hevur eina framgongd upp á 1 prosent, úr 18,7 í 19,7 prosent. Tað gevur eina framgongd upp á ein tinglim, úr 7 upp í 8.

 

Tann tinglimin missir Nýtt Sjálvstýri, hóast flokkurin gongur 0,3 prosent fram í kanningini.

 

Stóru samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, ganga báðir aftur, men varðveita tinglimir sínar. Javnaðarflokkurin fer úr 25,1 prosenti niður í 24,2 prosent, meðan Tjóðveldi fer úr 20,7 prosentum niður í 20,5. Einasti samgonguflokkurin við framgongd er Framsókn, sum fer úr 6,9 prosentum upp í 7,2 prosent. 

 

Fólkaflokkurin gongur eisini aftur, úr 18,9 prosentum í 18,8 prosent, men varðveitir sínar seks tinglimir. Miðflokkurin fer úr 5,5 prosentum niður í 5,4 prosent, men varðveitir eisini báðar sínar tinglimir.

 

Sostatt kann valla annað sigast, enn at fá hava broytt meining síðani seinasta val. Merkisvert er kanska, at nærum fult samsvar er millum framgongdina hjá Sambandsflokkinum og afturgongdina hjá Javnaðarflokkinum.