Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava valsendingar á FM1

Sendingarnar vera klokkan 10, klokkan 13 og klokkan 15

Mikudagin hava fólk úr trimum flokkum valsendingar á FM1. 

 

Klokkan 10 hevur valevni Sambandsfloksins, Johan Dahl valsending.

 

Klokkan 13 hava Mona Breckmann Wescott og Grímur Sundstein, valevni hjá Fólkaflokkinum valsending. Her er talan um eina endursending frá ígjár. 

 

Klokkan 15 hevur Miðflokkurin valsending.

 

Lurtararnir kunnu taka lut í beinleiðis sendingunum við at senda spurningar inn til nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo