Súsanna Dal Jákupsdóttir handa Elsu Berg, borgarstjóra, tær 500 undirskriftirnar vegna foreldrini Mynd: Álvur Haraldsen

Misnøgd for­eldur hand­aðu borgar­stjóra­num 500 undir­skriftir

Foreldur, sum eiga børn, sum ikki sleppa í 1. flokk í Sankta Frans skúla í Havn, hava savnað undirskriftir.

Súsanna Dal Jákupsdóttir handa Elsu Berg, borgarstjóra, tær 500 undirskriftirnar vegna foreldrini Mynd: Álvur Haraldsen

Tey eru misnøgd við, at børn teirra ikki sleppa í skúlan í teirra skúlaøki í Havn, sum er Sankta Frans skúli í miðbýnum. Tey siga, at pláss er í Sankta Frans skúla til ein 1. flokk afturat, tað hava tey fingið at vita frá skúlaleiðsluni. Kortini hevur Tórshavn Kommuna valt at gera ein 1. flokk afturat á ørðum skúla, og at flyta børn, sum nátúrliga eiga at ganga í Sankta Frans skúla.

 

Elsa Berg, borgarstjóri tók ímóti undirskriftinum og lovaði at hyggja upp á tað. Hon segði, kommunan fær ikki gjørt so nógv, sum hon vil, tá tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur síðsta orðið, tá tað snýr seg um tal av flokkum. Kommunan hevur so tikið støðu til, at tann eyka flokkurin, sum tað bleiv til, var lagdur á øðrum skúla í kommununi.

 

Myndir: Undirskriftir handaðar borgarstjóranum í Havn

 

– Vit hava gjørt alt tað, sum vit kunna at fáa eyka flokkar. Vit síggja tað í tølunum, at skúlarnar fara at vera undir trýsti, og tí hava vit verið tíðliga úti sett okku í sambad við undirvisingarstýrið. Vit bóðu um fleiri eyka flokkar, men fingu bara tann eina flokkin. Og hann hava vit palserað har, sum best bar til, men tað hjálpir bara ikki upp á støðuna hjá tykkum, segði Elsa Berg.

 

Hon segði at hon tekur í móti undirskriftunum við opnum sinni, og vísti á at málið verður tikið til umrøðu á komandi býráðsfundi.

 

Spurd nærri, hvat tað snúðis eg um, segði Elsa Berg, at ein býráðslimur hevur biðið um at fáa málið til umrøðu.

 

Hon segði, at tey vilja gera enn meira,  so at børn kunnu vera í skúla í nærumhvørvinum.

 

– Men vit eru bara annar instansurin, og vit kunnu ikki seta fleiri flokkar, um enn vit so vilja tað.

 

– Tað eru Undirvísingarstýrið og Barna- og útbúgvigarmálaráðið, sum avgera tað, segði hon og vísti á, at tað er gott at foreldur á henda hátt vísa á sína misnøgd og taka málið upp.

 

– Hóast tað ikki er tykkara ábyrgd at gera tað, men eg eri fegin um, at tit gera tað, segði Elsa Berg, borgarstjóri, tá hon tók ímóti undirskriftunum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

 

Súsanna Dal Jákupsdóttir handa Elsu Berg, borgarstjóra, tær 500 undirskriftirnar vegna foreldrini Mynd: Álvur Haraldsen