Føroyska U17-kvinnulandsliðið í fótbólti hevur framt eitt stórt bragd í dag.
Í EM-undankappingardyst í Slovenia vunnu føroysku U17-kvinnurnar ein knúsandi 4-0 stórsigur á vertstjóðini.
Neja Selan legði Føroyar á odda í 23. minutti. Tveir minuttir seinni økti Sara Benjaminsen til 2-0. Í 66. minutti skoraði Kára Sigurðsson triðja føroyska málið. Níggju minuttir seinni staðfesti Sara Benjaminsen 4-0 stórsigurin.
Hjá veddingarfyritøkunum var Slovenia undan dystinum risastórur favorittur. Oddsini upp á føroyskan sigur vóru heilt upp í 30,00. Talan er um eitt tað besta føroyska úrslitið nakrantíð í ungdómslandsliðsfótbólti.
Sunnudagin klokkan 11 spæla Føroyar móti Belgia, og mikudagin klokkan 11 spæla Føroyar móti Asarbadjan.
Belgia vann heili 11-0 (5-0) á Asarbadjan. So talan verður oddadyst millum Føroyar og Belgia.











