Í kvøld klokkan 19 verður fyrsti dysturin leiktur í øðrum umfarinum í 1. deild hjá monnum.
Í Sarpugerði í Norðragøtu tekur Víkingur móti B71.
Í farna umfarinum vann Víkingur á útivølli 4-1 á FC Hoyvík, meðan B71 á heimavølli tapti 1-2 fyri FC Suðuroy.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,15 og 2,48.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,25 og 3,80.
Oddsini upp á útisigur til B71 liggja millum 2,20 og 2,63. So tað kann ikki vera nógv javnari.
HER eru oddsini:
##med2##












