Sambandsflokkurin er trygdin fyri at tit ungu hava frítt at velja útbúgving ? í Føroyum og um allan heim

Alfred Olsen
Títt valevni á Sambandslistanum
????????
Tit ungu eru framtíð okkara. Tað eru tit sum koma at stýra vinnulívinum og samfelagnum í framtíðini. Fyri at tit kunnu vera so væl fyrireikaði sum gjørligt til hesa uppgávu, vil Sambandsflokkurin virka fyri, at tit hava bestu møguleikar at taka eina útbúgving, sum kann styrkja tykkara persónliga frælsi.
Altjóðagerðin og størri førleikakrøv eru veruleikar í dag, og lærdómur gerst eitt alt meira neyðugt virkisamboð innan øll øki í framtíðini. Tí er neyðugt, at tit ungu fáa ta neyðugu útbúgvingina til framtíðar virki tykkara.
Politikkurin hjá Sam-bandsflokkinum er trygdin fyri at bæði tað føroyska og tað danska undirvísingarverkið og lærustovnar í øðrum londum standa opin fyri tykkum, eisini í framtíðini.

Okkara skylda
At tryggja okkara ungu møguleikar til at økja vitanarstøðið og styrkja tað persónliga frælsi við at taka eina útbúgving er skylda hjá okkum øllum.
Tí er áheitan mín á bæði ung og eldri, at tit valdagin velja trygdina fyri øktum útbúgvingarmøguleikum í framtíðini
Tað gera tit best við at velja Sambandsflokkin.