Leygardagin fer Sambandsflokkurin at halda landsfund í Vesturhøll í Fámjin.
Á skránni eru millum annað formansfrágreiðing og politiskar framløgur og kjak, og sum siður er, fær landsfundurin vitjan av einum umboði fyri Vinstra í Danmark. Í ár er tað fólkatingsmaðurin Thomas Danielsen, sum fer at tosa um evnið "Samstarvið í Ríkisfelagsskapinum".
Men tað eru ikki bara politikarar, sum hava orðið. Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn, skal hava framløgu um vakstrarmøguleikarnar í Suðuroy, og aftaná verður kjak um evnið.
Eitt fast punkt á landsfundi Sambandsfloksins er val av formanni og næstformanni til Landsfelagið. Kaj Leo Holm Johannesen og Johan Dahl sita í hesum sessunum nú.