Samband fyri ein og hvønn prís ? tað er vørumerkið hjá samgonguni

Vit skulu vera partur av danska ríkinum, fullir limir. Fyri hvat?

Óla Hans Biskopstø

Seta vit henda spurning, so er tøgn; einasta svar man fær er »Blokkurin« ? tað virkar sum eitt ekkó í tómrúminum, sum er blivið, nú sólin fór aftur um skýggini, hesi skýggj, sum samgonguflokkarnir hava blást inn yvir land okkara.
Danmark, móðurland sambandsmansins, er um nøkur fá ár ikki danskt, sjálvt ikki kongshúsið verður danskt. Næsti trúnarvingurin verður meira franskmaður og Tasmaniari enn danskari. Fert tú til Keypmannahavnar so sært tú eina ørgrynnu av fólki av fremmandum uppruna. Tað dominerandi bílætið er kvinna í síðum svørtum klæðum við turriklæði vundnum um andlitið. Taka vit teir donsku skúlarnar, so er meira enn helvtin ikki danskarar av uppruna, og lærarar fáa ikki undirvíst á donskum máli longur.
Um 25 ár eru meira enn 50% av fólkinum í Danmark av øðrum uppruna enn donskum, og hvar vera vit, tá muslimarnir verða meirilutin á fólkatingi.

Hvat stendur okkum í boði, tá vit eru innlimað í danska ríkið med alla?
Kanska sambandsmenninir fara at geva teimum Múrin í Kirkjubø til eina mosku ella hugsa tær eina mosku uppi á Slættaratindi, har tríggjar ferðir um dagin skal ljóma yvir allar Føroyar Alla, Allaaaa.
Hava sambandsmenn hugsað um hetta, ella hugsa teir bert um dagin í dag. Eru Føroyar ikki meira verdar enn 660 mill. kr. ? tann nýggi Smyril kostar næstan líka nógv!

Hvat annað er,
sum dregur so nógv?
Skúlin til tey ungu, sum skulu nema sær útbúgving! Hendan møguleika hava norðmenn og íslendingar, meðan okkara ungdómur verður at rokna sum innvandrarar og kunnu tí fáa SU.
Danskt Pass! Eg havi ferðast um allan heim saman við dana ? og eg havi havt minni stríð av mínum passi enn danin av sínum.
Nú tá eingir aðrir fyrimunir eru eftir ? jú ikki at gloyma ríkissjúkrahúsið! Hvussu nógv kostar hetta ikki okkum sjálvum?
Undir hesum myrku skýggjum hoyrast róp ? »vit klára okkum ikki sjálvi«. Hesi orð hava ljóðað sum ekkó leingi, og lurtar tú nóg leingi eftir hesum, so fert tú at trúgva tí ? nei ikki øll, tí vit eru nøkur sum síggja longur enn tað.

Hava føroyingar og samgongan gloymt hvat hendi í 90?unum?
So skjótt sambandsmenninir vóru skúgvaðir til viks, fóru hjólini at mala aftur. Ikki við donskum pengum, men fyrst og fremst við avrikunum hjá okkara arbeiðandi fólki. Fiskimonnunum, flakafólkinum og útróðrarmonnum. Eisini alivinnan hevði sín leiklut, men sjúka kom uppí, og vánaliga handfaringin frá vinnumálaráharranum gjørdi bara ilt verri.
Eisini kreftir innan Javnaðin royndu at seta kepp í hjólið við at kroysta okkara arbeiðandi fólk út í fleiri verkføll, sum ikki vóru neyðug; hettar viðvirkaði til at fiskaprísirnir fóru niður og allar vørur, sum verkamaðurin skuldi keypa, blivu dýrari ? hvat var tá vunnið?
Kreppan í 90´unum lærdi okkum, at føroyingar, sum í mong ár hildu, at vit kundu liva og láta við donskum pengum, sóu, at soleiðis hekk tað ikki saman. Vit noyðast sjálvi at taka ábyrgd og skipa okkara samfelag við virðum, sum vit sjálvi skapa. Tað tykist, sum tað eru nøkur, sum fullkomuliga hava sovið í tímanum.