Arbeiðið at byggja sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku verður boðið út í næstum.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum
- Eftir ætlan verður klárt at seta spakan í hesum árinum og byggitíðin er metta at taka eitt ár.
Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið hava júst góðkent eina heildarætlan fyri økið, Eystan Heyg har sambýlið verður.
- Við hesi bygging, verður sjøtul settur á at byggja eitt øðrvísi sambýli enn tey við kenna í dag.
- Bygdar verða smáar íbúðir við uppihaldsrúmi, sovikamari og vesi. Afturat verður bygt felagsøki.
- Nógv hevur verið sagt og skrivað um tørvin á bústøðum til fólk við sálarsjúku. Hesi síðstu árini, er tað vorðið alsamt meira alment kent, at fólk við sálarsjúku ofta liva í einari fjaldari tilveru heima hjá sær sjálvum, hjá avvarðandi ella á Psykiatriska deplinum. Og alt ov ofta eru umstøðurnar ikki nøktandi.
- Nú verður gjørt nakað munagott við hetta álvarsmál, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Talan er um 16 íbúðir, sum verða í sambýlinum og Løgtingið hevur játtað 16,3 milliónir krónur av til endamálið.