Sámal Erik gevst á Argjum

Sámal Erik Hentze gevst sum venjari hjá Argja Bóltfelag

Sámal Erik Hentze hevur í kvøld boðað leiðsluni og spælarunum hjá frá, at hann ikki heldur fram sum venjari hjá AB komandi ár.

 

Hann tók við sum venjari hjá AB í 2010. Hann hevur bygt upp frá nýggjum og í fjør eydnaðist at vinna sær pláss í bestu deildini aftur. Hóast AB framvegis hevur ein matmatiskan møguleika at flyta niður, so er tað ósannlíkt, tí teir eru seks stig og átta mál frammanfyri TB, sum liggur undir niðurflytingarstrikuni.

 

Sámal Erik Hentze verður sostatt ikki venjari hjá AB komandi ár.