Landskassin hevur fingið 96,4 milliónir inn í skatti í januar í ár.
Tað eru 62.800 krónur færri enn í fjør.
Men orsøkin til, at talið ikki er minkað meir, er, at í januar í ár hevur landskassin fingið 2,3 milliónir meiri inn í eftirlønarskatti í januar í fjør.
Eftirlønarskatturin í januar í ár var slakar 20, 2 milliónir, ella 13,1 prosent hægri enn í januar í fjør, upplýsir Taks.
Eisini kommunuskatturin er at kalla tann sami. Sostatt hava kommunurnar fingið 109,7 milliónir inn í skatti í januar í ár og tað eru 27.500 krónur meiri enn í januar í fjør.
|