Nú verður gjørd ein nýggj roynd at bjóða saltsiloina á Tvøroyri út.
Sum kunnugt varð ikki tikið av nøkrum av teimum tilboðunum, sum komu inn til fyrru lisitatiónina, og seinni kom so fram, at tilboðini vóru ov dýr í mun til tann stuðul, sum verkætlanin hevði fingið.
Sagt verður í lýsingini, at:
»Samlaða byggingin, sum er endurbygging og nýbygging, fevnir um á leið 1900 m2.
Uppgávan er at endurbyggja sjálva Siloina til ein konsertsal uppá áleið góðar 1500 m2 við sjóhitarúmi undir konsertsalinum uppá á leið 65m2. Móti norði við høvuðsinngongdina verður ein lættur bygningur, sum umframt høvuðsinngongd verður foyer við café.
Eitt innskotið dekk uppá umleið 225 m2 inni í konserthøllini, sum vit kalla gallarí, verður at rúma restauratión og skal kunna brúkast saman við tí stóru høllini til konsertir v.m.
Móti suðri verða leikaragarderopur, køkur, umsiting, venjingarrúm og goymslur.
Lisitatiónin verður hildin 27. juni, byggingin skal byrja um miðan august, og verkætlanin skal verða liðug í desember 2014.










