Sálarfrøðingur líka atkomiligur sum kommunulækni

Sálarfrøðingar eiga at verða partur av heilsumiðstøðunum kring landið, heldur felagið hjá sálarfrøðingum

- Føroyskir sálarfrøðingar halda hugsanina um heilsumiðstøðir verða týdningarmikið stig fram móti einari støðugt betri fólkaheilsu, og vilja vísa á at sálarfrøðilig vitan og sannroyndir eru týðandi fortreytir fyri vælvirkandi heilsumiðstøðum.

Soleiðis sigur nevndin í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, ið er skipað av nýggjum eftir aðalfundin herfyri. Í nevndini hjá Føroyskum Sálarfrøðingum sita nú: Heri Kragesteen, formaður, Sigrun Samuelsen, næstformaður, Anna D. Hentze, skrivari, Rannvá Biskopstø, kassameistari og Annika H. Davidsen, nevndarlimur.

 

Tvey mál, ið liggja frammalaga í arbeiðinum hjá nevndini, eru framhaldandi arbeiðið við at fáa sálarfrøðiligan fakkunnleika at verða partur av heilsumiðstøðunum. Og at sálarfrøðingur verður líka atkomuligur sum kommunulækni. Kanning, ið Føroyskir sálarfrøðingar hava gjørt saman við Gallup í 2014, sigur greitt, at tey spurdu halda sálarfrøðingar eiga at vera partur av heilsumiðstøðunum.

 

Sum framhald av hesum arbeiði hevur felagið hevur gjørt viðmerkingar til uppskotið at skipa Fólkaheilsustovn Føroya.

- Í skrivi til Heilsumálaráðið siga
Føroyskir sálarfrøðingar seg fegnast um, at sálarfrøðilig vitan, gransking og sálarfrøðilig heilsa eru nevnd sum partur av einum komandi fólkaheilsustovni. Skal endamálið um sálarfrøðiliga heilsu røkkast, mugu vitan og royndir á hesum øki eisini verða tikin við í verkliga virksemið hjá einum tílíkum stovni.

- Tað er eftir okkara hugsan í tøkum tíma, at sálarfrøðilig vitan fær sjálvstøðuga umboðan í greinandi, fyribyrgjandi heilsuhøpi. Og ikki sum higartil, mest virkað sum partur av læknafrøðiligari vitan og læknafrøðiligum virksemi. Tí fakligu sjónarhornini og virksemið eru ymisk, men fylla fatan og innlit um heilsugott lív hvørt í sínum lagi, heldur felagið fyri føroyskar sálarfrøðingar.