Í dag vita útlendskir miðlar at siga, at út við 40 sálarfrøðingar úr tilsamans 20 londum hava skrivað eitt opið bræv til russiska forsetan, Vladimir Putin.
Í brævinum vísa teir russiska leiðaranum á, hvørjar avleiðingar kríggið í Ukraina kann fáa.
- Vit seta okkum í samband við teg fyri at deila okkara akademiska og praktiska kunnleika við teg um, hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri upphavsmsmannin aftan fyri eitt kríggj.
Sálarfrøðingarnir leggja aftrat, at teir eisini vilja geva forsetanum eitt brá av einari møguligari leið út aftur úr einari slíkari vandamiklari støðu.
Tíðindastovan NTB veit í dag at siga, at higartil eru í minsta lagi 78 børn deyð í krígnum í Ukraina.
Reuters skrivar, at tað er ógjørligt at telja øll børnini, sum eru deyð í Mariupol, Volnovakha og Irpin, tí býirnir hava verið fyri áhaldandi álopum.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi í dag, har víst verður til ymiskar útlendskar tíðindamiðlar sum skriva um hetta.