Saga Petroelum skal blóðgast

Gjáramorgunin fór Norsk Hydro undir arbeiðið við at slakta Saga Petroelum. Oljuvirksemi hjá Hydro og Saga skal leggjast saman. Um eitt hálvt ár er Saga Petroleum horvið sum oljufelag

Jógvan H.

Gardar, Oslo


Ein bólkur av toppleiðarum fór í gjár undir arbeiðið at leggja saman olju- og gassvirksemið hjá Norsk Hydro og Saga Petroleum. Á odda fyri bólkinum stendur deildarleiðari í Norsk Hydro, Tore Torvund. Varaleiðari er stjóri í Saga Petroleum, Lars T. Bjerke. Bólkurin skal húsast á høvuðsskrivstovuni hjá Saga Petroleum í Sandvika uttan fyri Oslo.

Uppgávan hjá bólkinum er at gera eitt yvirlit yvir arbeiðsplássini, fyri at finna út av hvussu nógv starvs-fólk fyritøkan skal hava framyvir, og hvar tær ymsu deildirnar skulu vera. Øll sum í dag starvast á oljudeildunum hjá Saga og Hydro noyðast at søkja um at fáa tey nýggju størvini.

Tey sum so ikki fáa starvið, tey søkja eftir, fáa tilboð um annað starv í Hydro-fyritøkuni, eina eingangs upphædd fyri at gevast ella tilboð um at lata seg pensjonera.

Umleggingin rakar 4500 starvsfólk í teimum báðum fyritøkunum, og roknað verður við at eini 800 starvsfólk ikki fáa pláss í nýggju fyritøkuni. Tey flestu størvini sum hvørva eru knýtt at høvuðsskrivstovuni hjá Saga í Sandvika og á olju- og gassdeildini hjá Hydro á Vækerø. Hesi bæði arbeiðsplássini liggja stutt frá hvør øðrum uttan fyri Oslo. Tað sum hevur verið sagt er, at tey 800 arbeiðsplássini kunnu hvørva bæði í Saga og Hydro.


Einki heilagt

Tíðindastjórin í Norsk Hydro, Tor Steinum, segði í farnu viku, at eingin avgerð er tikin um, hvat sum skal henda við teimum mongu starvsfólkunum og deildunum. Arbeiðsbólkurin sum nú skal seta seg niður hevur fingið fríar teymar, og eingin deild ella partur av teimum báðum fyritøkunum er undantikin metingunum.

Bólkurin skal finna fram til eina loysn har virksemi hjá báðum fyritøkunum verður løgd saman har tað er møguligt. Tað má roknast við, at arbeipláss hvørva eina staðni fyri at koma aftur á einum øðrum plássi. Eitt dømi eru rakstrardeildirnar.

Saga hevur sína í Stavanger, meðan Hydro fyri stuttum lat upp nýggja rakstrardeild í Bergen. Í nýggja Hydro er ikki pláss fyri báðum deildunum.

Umleggingin fær neyvan nakað at siga fyri Saga í Føroyum í fyrstu atløgu. Fyribils verður bert roknað við, at stóru broytingarnar fyrst og fremst koma í Noregi, meðan virksemi hjá feløgunum uttan fyri Noreg ikki verður rakt so meint. Eftir ætlanini skal samanleggingin av fyritøkunum vera klár um jóltíðir.