Sävehof hevur vunnið grundspælið í bestu svensku deildini

Hammarby og Skövde kunnu ikki fáa Sävehof aftur á stigatalvuni

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof hava vunnið grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Sävehof er fremst við 38 stigum. Teimum á baki eru Hammarby við 31 stigum, og Skövde við 30 stigum. Hammarby og Skövde hava bara tríggjar dystir eftir at spæla í grundspælinum, og tí kunnu tey ikki røkka Sävehof á stigatalvuni.

 

Sävehof hevur fýra dystir eftir at spæla í grundspælinum. 23. mars taka teir ímóti Kristianstad, ið teir taptu meistaraskapsfinalurnar ímóti í fjør við tveimum finalum móti trimum. Sävehof fer uttan iva at leggja nógv fyri at vinna júst tann dystin. 

 

Hetta merkir, at Sävehof í teimum komandi fjórðingsfinalunum - har spælt verður best av fimm dystum - skal spæla móti liðnum sum endar á áttanda plássinum í grundspælinum.

 

Fyrsta plássið í grundspælinum merkir eisini, at Sävehof í fjórðingsfinalunum, og í møguligum hálvfinalum og finalum fær tríggjar dystir á heimavølli, um uppgerðirnar fara til fimm dystir.

 

Klokkan 17.45 í dag spælir Sävehof týdningarmiklan dyst í EHF European League í Partille. Dysturin er ímóti kroatiska liðnum, Nexe í millumbólki 2. Vinnur Sävehof á Nexe, og megnar slovenska liðið, Gorenje í sama bólki at vinna dystin móti danska liðnum, Skjern á heimavølli endar Sävehof á fyrsta plássinum, og fer beinleiðis til fjórðingsfinalurnar.

 

Endar Sävehof á øðrum ella triðja plássinum í bólkinum, so mugu Óli og liðfelagarnir spæla tvær áttandapartsfinalur móti einum liði úr einum øðrum bólki. Nexe hevur sjey stig, Skjern hevur seks stig, Sävehof hevur fimm stig, og Gorenje hevur tvey stig undan seinasta umfarinum í kvøld.