Amerikanski embætismenn siga, at irakski forsetin skal hava somu viðferð sum fyrrverandi jugoslaviski forsetin, Slobodan Milosevic.
Seinastu tíðina hava fleiri spurt, hvat amerikanska stjórnin ætlar at gera við Saddam Hussein, eydnast tað at fáa fatur á honum undir einum møguligum álopi á Irak. Hvørki George W. Bush, forseti ella næstu menn hansara hava viljað svarað spurninginum, men nú verður sagt, at embætismenn í Hvítu Húsunum eru komnir til ta niðurstøðu, at hann skal fyri ein krígsbrotsmannadómstól.
-Hann fær somu viðferð sum Slobo, sigur ein embætismaður í Hvítu Húsunum.
Í krígsbrotsmannadómstólinum í Haag er Slobodan Milosevic ákærdur fyri fólkamorð og brotsverk ímóti mannaættini, og sambært embætismanninum er ætlanin at reisa somu ákærúr ímóti irakska leiðaranum.
Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleischer, sigur, at verður Saddam Hussein drigin fyri rættin, verður tað altjóða samfelagið og ikki bara USA, sum skal ákæra hann. Sambært Fleischer skal ein serligur dómstólur skipast til endamálið.