Foreldur hennara vóru Anna og Albert Eldevig og kann hon henda dag hátíðarhalda sín 85 ára føðingardag.
Ein høgur aldur ella hvat?
Men Hertha kann í hvussu er fegnast og vera stolt yvir sítt verk sum mamma, omma, langomma og olduromma.
Henda mynd vísir týðiliga hennara stoltleika yvir lítla Tór, ið er fjórseinata skot á stammuni.
Skotini hava verið nógv, summi eru sprottin, nøkur standa í blóma og onnur eru við at falma.
Eg vil sum yngsta dóttir hennara geva Herthu allan heiður og virðing fyri hennara stórsligna verk sum mamma. Hertha hevur klára og megna meir enn flest onnur menniskju hava uppliva ella kunna ímynda sær.
Hennara kor hava ikki altíð verið løtt, hóast tað, hevur hon havt eginleika at geva familju síni eina barlast til orræði og stoltleika, har tey kunnu heinta megi og kraft at yvirliva tá ið trupulleikar valda.
Tí hevur tú mamma uppiborið at fáa lov at hvíla, at fáa lov til ikki at hava meir at hugsa um ella hava umsorgan fyri, tí vóni eg at tú hevur góð fólk kring teg, ið passa og uppvarta teg, so dagligdagur tín gerst lættur og gevandi.
Hjartaliga tillukku við degnum mamma.
Anna










