Ása er forkvinna fyri hotellunum

Nýggj nevnd varð vald í felagið í oktober mánaði, og í hesari sita Ása Jónsdóttir, Uni Danielsen og Erik Suni Danielsen. Nevndin hevur síðani skipað seg við Ásu Jónsdóttir sum forkvinnur.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður sagt, at nýggja nevndin hevur sett sær nøkur greið mál at arbeiða fyri komandi árið.
Felagið ætlar at arbeiða fyri, at ferðavinnan fær somu sømdir sum ídnaður, tá tað kemur til prísirnar hjá SEV, og felagið ynskir eisini at fáa útvarps- og sjónvarpsgjald niður fyri gistingarhúsini.
Nú gistingarhúsini hava fingið lægri avgjald á kreditkortum gjøgnum HORESTA, verður arbeitt víðari fyri eisini at fáa eina tilsvarandi loysn fyri matstovurnar. Og felagið roynir at fáa vanligar keypstreytir fyri drykkjuvørur frá Rúsuni.