Sóu stóran mánafisk norðan fyri Múlan

- Eg og beiggi mín vóru út fyri eini hending, tá vit vóru eftir havhestungum norðan fyri Múlan á Borðoynni. Vit sóu nakað, sum lá í sjóvarmálanum. Hetta líktist einum spreki ella /fjøl.

David Mørkøre greiðir frá, at tá teir komu yvir til hetta, var hetta ein stórur mánafiskur.

- Vit mettu, at fiskurin vigaði eini 200 pund ella meiri, og tí helt eg tað ikki vera ráðiligt at taka hann inn.

David Mørkøre sigur, at mánafiskurin virkaði sera spakur. Hann kavaði einaferð og kom so uppaftur longu burtur.

- Vit sigldu yvir til hansara aftur og klappaðu honum. Skinnið virkaði grovt at nerta við. Løtu seinni kavaði hann so aftur og helt leiðina fram, sigur David Mørkøre í viðmerking til grein, sum vit høvdu á Portalinum í gjárkvøldið.