Í gjár klokkan 16 var skipað fyri samkomu í Bátasavninum í Leirvík. Fólk úr Gøtu og Leirvík vóru á staðnum. Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, bjóðaði vælkomin og segði, hvat fór at henda. Síðani fóru hon og Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu, uppí ein av bátunum inni í bátasavninum, har ið tey undirskrivaðu sáttmálan um samanleggingina.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, var á staðnum. Hann góðkendi sáttmálarnar og segði síðani nøkur orð. Hann fegnaðist um samstarvið millum Gøtu og Leirvík. - Samráðingartilgongdin hevur verið góð, har ið báðir partar hava sæð fyrimunir við einum samstarvi, segði hann. Jacob segði seg vóna, at onnur fara at ganga í teirra fótasporum.
Samstarvið byrjar í 2007, tá ið báðar kommunur fara at arbeiða miðvíst fram ímóti einari samanlegging, og í 2009 verða tær endaliga lagdar saman.