Barcelona hevur fleiri royndir, enn Manchester United, tá tað kemur til finalur í Champions League og Champions Cup.
Barcelona var í síni fyrstu finalu í 1961, tá teir taptu 3-2 móti Benfica. Í 1986 var Barcelona í finaluni ímóti Steua Bukarest úr Rumenia. Tá tapti Barcelona 0-3 aftaná brotssparkskapping.
Ikki fyrr enn í 1992 eydnaðist tað Barcelona at vinna kappingina, tá teir vunnu 1-0 á Sampdoria í finaluni.
Í 1994 tapti Barcelona heili 0-4 ímóti AC Milan í finaluni.
Barcelona var aftur í finaluni í 2006, tá teir vunnu 2-1 á Arsenal. Barca hevur soleiðis tveir sigrar í fimm finalum.
Manchester United hevur áður verið í trimum finalum, og teir hava vunnið allar.
Ì 1968 vann United 4-1 á Benfica, aftaná umdyst. Ì 1999 vunnu teir 2-1 á Bayern Munchen við tveimum málum, sum komu í yvirtíðini, og í fjør vunnu teir á Chelsea aftaná brotssparkskapping. Manchester United og Barcelona møttust í finaluni fyri steypavinnarar í 1991, tá vann United 2-1.