Síðsta upptøkan hjá Karl Anton

Á MySpace síðuni hjá Kaj Klein liggur síðsta upptøkan hjá Plastnoist, meðan Karl Anton Klein, sáli, var við
Søguliga upptøkan varð gjørd í Keypmannahavn tann 12. januar 2001. Kaj greiðir frá:

 

- Upptøkan er tikin við einari lítlari mikrofon og ein minidisk-upptakara á einum staðið, ið kallaðist Kronsj og lá við Øresundsvej á Amager.

 

- Sjálvt um sangurin er skrivaður heilt afturi í ?77, so fekk hann alla tíðina loyvi at menna seg. Bróðir, Karl Anton, syngur og spælir gittara, og hetta var eisini síðsta upptøkan hjá Plastnoist, meðan hann var við.

 

Manningin á hesari upptøkuni er annars:

 

Mads Jørgensen - trummur

Casper Bach - bass

Palle Hjorth - orgul og keyboard

Kaj Klein - sangur og gittar

Karl Anton Klein ? gittar og kór

 

Vitja MySpace síðuna hjá Kaj Klein<a>