Ósáskúlin hevur opið á festivalinum

Tað skal verða hugnaligt og gott hjá øllum aldursbólkum at vera á Summarfestivalinum. Og tí fara bæði skemtivísir og yndisløg at ljóma í Ósaskúlin til fragd fyri fjølbroytta fólkaskaran, sum vitjar á Summarfestivalinum.

 

Ósaskúlin, sum í fjør royndist góður, ikki minst hjá meira tilkomnum gestunum, hevur opið bæði fríggjakvøldið og leygardagin.

 

Ósáskúlin bjóðar eina forkunnuga konsert fríggjakvøldið við spælandi og skrivandi songkvinnuni, Elin Brimheim Heinesen, og leygarkvøldið er skemtarin og vísumaðurin úr Vágum, Jens Eli Ellefsen, á skránni.

 

Umframt at hoyra livandi tónleik, gevur Summrafestivalurin við hesum tilboðnum fólki møguleika at koma inn í heit og hugnalig hølir, har møguleiki er at rinda beinini, fáa okkurt niður í góman og annars uppliva panoramaútsýnið yvir eitt spennandi og rungandi festivaløkið.