Tað er ikki fallið í góða jørð hjá myndugleikunum í Sýrialandi, at ES mánakvøldið partvíst setti úr gildi forboðið ímóti at selja sýrisku uppreistrarmonnunum vápn.
Avgerðin hjá ES vísir, hvussu europeiska samveldið mótarbeiðir altjóða innsatsinum fyri at finna eina politiska loysn á kreppuni í Sýrialandi, sigur sýriska uttanríkisráðið.
Eisini russiski varauttanríkisráðharrin, Sergej Rjabkov, loysir frá posabandinum og finst at ES, samstundis sum hann lovar, at Russland fer at geva stjórnini í Sýrialandi enn fleiri rakettir.
Hetta hóvar ikki ísraelsmonnum, og Ísrael mælir harðliga ímóti, at fleiri rakettir koma sýriska herinum í hendi: Hendir tað, so vita vit, hvat vit skulu gera, sigur ísrelski verjumálaráðharrin, Moshe Yaalon.










