Sýrialand er vandamiklast fyri journalistar

Fleiri tíðindafólk eru deyð í tænastu í ár enn nakað av teimum undanfarnu 15 árunum.

Tað sigur altjóða fjølmiðlastovnurin, International Press Institute.

Higartil í ár eru 119 tíðindafólk deyð, og tað er tað mesta, síðani stovnurin fór undir hesi hagtølini í 1997.

Sýrialand er vandamiklasta landið í ár, tí har hevur tað kostað 36 tíðindafólkum lívið, at tey vildu siga ræðuleikunum í borgarakrígnum.

Síðani koma Somalia, Mexiko, Pakistan og Filipsoyggjar á yvirlitinum yvir vandamikil lond hjá tíðindafólkum at vera til arbeiðis.