Pengarnir fara til eitt árs uppihald í USA. Tað hevur 14 ára gamla Sára Óladóttir Arge longu avgjørt. Hon gongur í løtuni í áttanda flokki, men tá hon er liðug við níggjunda flokk, ætlar hon sær til USA at ganga í skúla sum AFS næmingur.
Frá SvF greiða tey frá, at Sólva gjørdist ovurfegin, tá hon vann stóra vinningin á 50.000 krónur. Tey fegnast eisini um, at tað vare Sólvá, ið vann tann stóra vinningin, og halda tey, at avgerðin um at nýta pengarnar til skúlagongd í USA er sera skilagóð.
Væl Nøgd við spælið
Gunhild á Rógvu Olsen, marknaðarleiðari í SvF, er væl nøgd við nýggja spælið, og hon sigur seg eisini vera væl nøgda við undirtøkuna fyri tí.
? Talan er um eitt nýtt spæl og eitt nýtt spælikvøld, og tískil skulu fólk eisini venjast við at spæla, men tað haldi eg gongst væl. Undirtøkan økist alsamt.
Gunhild seg halda fólk fuga sera væl at gita, hvørjir persónar fjala seg aftanfyri kortini á sjónvarpsskýggjanum, og sigur hon seg hava hoyrt frá fleiri, at tey halda tað vera stak hugnaligt at sita og gita saman um kvøldarnar. Tí hevur Gunhild góðar vónir fyri sendingini. Hon kann tó ikki siga, hvussu nógv hon fer at geva av sær. Hetta veit hon ikki fyrr enn árið er liðið.
»6 í rútara« skal broytast eitt sindur. Sum er sleppa 18 fólk framat at gita, og hetta halda tey í SvF ger sendingina ov drúgva. Tískil skal sendingin broytast, so bert 12 sleppa framat. Hetta, halda tey, fer at gera sendingina áhugaverdari, og hava tey allatíðina ætlað hetta. Men tey valdu at lata 18 sleppa framat í fyrstuni, fyri at venja fólk at spæla.