Súni Olsen hevur nú lokið A-venjaraprógvið hjá Fótbóltssambandinum. Fyrrverandi landsliðsspælarin hevur ein litríka og spennandi yrkisleið sum fótbóltsspælari. Gøtumaðurin hevði ein sparkiteknikk, sum var á altjóða stigi.
Síðani hann gavst í 2016 hevur hann byrjað eina nýggja yrkisleið sum venjari. Síðani 2018 hevur hann verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá B36, meðan hann hevur tikið venjaraútbúgvingina hjá Fótbóltssambandinum.
Hann boðar nú frá, at hann gevst sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá B36. Í skrivi á Facebook skrivar B36, at teir nógvu tímarnir í bili millum Norðagøtu og Tórshavn er ein av orsøkunum. Spurningurin er so um vit koma at síggja hann í øðrum leikluti til komandi kappingarár?
B36.fo skrivar:
Høvuðsvenjarin hjá Betri kvinnum heldur ikki fram. Í 2018 settu vit okkum eitt langtíðarmál, sum fyrst og fremst snúði seg um at menna ungu og evnaríku leikararnar í felagnum. Tað arbeiðið varð latið upp í hendurnar á Súna Olsen saman við Jan Poulsen. Vit hava verið so væl nøgd við arbeiðið, og tí var tað við stórari gleði, at partarnir longdu samstarvið fyri 2019 og 2020.
Úrslitið sæst aftur í úrtøkuni hjá U-18, øllum landsliðsúttøkunum, sum hava verið undir teirra leiðslu, og stigatalvuni hjá Betri kvinnum, sum hevur peikað beint uppeftir fyri hvørt kappingarár. Tí verða tað stórir skógvar at fylla hjá komandi høvuðsvenjaranum.
Súni Olsen hevur valt at takka fyri seg á hesum sinni. At venja í Havn og búgva í Norðagøtu krevur nógva tíð og nógvar tímar í bili. Súni hevur gjøgnum B36 tikið A-prógv síðstu tvey árini, og prógvið kom í hús fyri fáum døgum síðani. Tað eru vit sera errin av sum felag. B36 takkar fyri eitt fyrimyndarligt samstarv og gleðir seg at síggja Súna Olsen aftur í felagnum.