Jógvan Martin Olsen hevur gjørt av, hvørjir teir ellivu eru, sum byrja inni, tá dysturin verður blástur ígongd klokkan 15.
Talan verður um eina 4-4-2 uppstilling, ið sær soleiðis út.
Í málinum verður Jákup Mikkelsen. Miðverjan er mannað við Óla Johannesen og Fróða Benjaminsen, meðan Atli Danielsen og Marni Djurhuus røkja bakkplássini. Sentralir á miðvøllinum eru Súni Olsen og Mikkjal Thomassen, og í borðunum verða Jákup á Borg og Símun Samuelsen. Álopið er mannað við Rógva Jacobsen og Christian Høgna Jacobsen.